Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Væleydnað KALSOYAR RENNING

Fjórða árið á rað skipaði Treysti  í gjár fyri Kalsoyar Renning. Luttøkan var aftur hesuferð sera góð, og vóru tað yvir 100 luttakarar við. Fleiri av luttakarunum hava luttikið áður, men talan var eisini um fyrstu luttøkuna hjá fleiri. Ávegis um Kalsoyarfjørð lotaði væl av norði, og kavi var at síggja í høgu fjøllunum omanfyri Kunoyarbygd. Tað byrjaði við nakað av vindi og sirmi á ferjuleguni, men sum altíð, so bleiv veðrið bara betur og betur longur norður rennararnir komu. Samanumtikið so blivu líkindini bara av teimum heilt góðu.

Lagið á luttakarunum var gott allan vegin. Fleiri velja at fylgjast og fáa tey tí ein sera hugnaligan túr og gott prát burturúr. Ávegis norðureftir var bæði vatn og banan at fáa, og tað kom væl við hjá fleiri. Byrjað bleiv frá ferjuleguni kl. 10.30 og longu áðrenn kl. 11.45 vóru fremstu rennararnir komnir norður til Trøllanes. Áðrenn kl. 13.00 vóru allir luttakararnir longu komnir á mál.

Tað er ótrúliga stuttligt at síggja hvussu væl nøgdir luttakararnir eru, tá teir koma á mál eftir 16,5 kilometrar. Tá byrjað verður á ferjuleguni er hæddin bert 1-2 metrar og tá komið verður út úr Trøllanestunnlinum er hæddin umleið 200 metrar. Síðani er nógv undanbrekka seinastu 1,8 kilometrarnar oman til bygdina, sum liggur í umleið 60 metra hædd. 

Á Trøllanesi var blíðskapurin, sum altíð, sera góður. Í hugnaliga gamla skúlanum var fyrst borðreitt við vatni, kakao og bananum. Harnæst var sera vælsmakkandi fiskasuppa við heimabakaðum flutes at fáa, og omaná fingu allir luttakararnir kaffi við heimabakaðari skuffukaku og smákøkum afturvið.

Veðrið á Trøllanesi var gott, og sótu luttakararnir og hugnaðu sær bæði í skúlanum og uttanfyri. Og hugnaligt var tað, ja sera hugnaligt.

Kl. 14.00 bleiv leiðin løgd heimaftur móti Syðradali, ikki rennandi, men við bussum og bilum. Umborð á SAM var lagið á øllum sera gott, og niðurlagið hjá øllum var aftur hesaferð: - HETTA VAR EIN FANTASTISKUR TÚRUR!

Myndir sum Victor Dánjalsson, Guttorm Sørensen, Jonhard Larsen og Tórfríð Larsen hava tikið eru at finna HER