Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Rógvi Kárason úr Bragdinum og Rigmor N. Arge úr Hvirluni blivu føroyameistarar í hálvum maratoni, tá Treysti skipaði fyri NS hálvmaraton í góðveðrinum í Klaksvíksgøtum leygardagin 1. august.

Rógvi legði væl fyri og hevði Peter Jensen úr Bragdinum beint aftanfyri eftir fyrsta av teimum fýra umførunum á 5,275 km, sum rennast skuldu. Eftir tað varð ongin ivi um hvør fór at vinna. Rógvi var væl rennandi og lá til eina tíð undir ein tíma og tjúgu minuttir, men ferðin hjá honum fór nakað niður og gjørdist vinnaratíðin hjá honum 1.20.49. Hetta er fyrstu ferð Rógvi vinnur hesa kapping. Peter Jensen á øðrumplássið, kom á mál í tíðini 1.22.58. Kappingin um triðjapláss var hørð millum Símun Petur Arge Poulsen og Sam Vang úr Bragdinum. Endin varð at Símun Petur bleiv triðji rennari á mál við 1.23.53 frammanfyri Sam Vang við 1.24.40. Men av tí at Símun ikki umboðaði nakað felag, so bleiv Sam nummar trý í FM.

Hjá kvinnunum var Rigmor rættiliga suveren. Rigmor, sum nú er 51 ára gomul, vísti at hon framvegis rennir væl. Hon gjørdist enn einaferð føroyameistari og hesuferð við góðu tíðini 1.29.23. Duruta R. á Lofti úr Bragdinum lá eina løtu á øðrumplássi, men hon fekk onkrar trupulleikar og mátti tíverri gevast. Næsta kvinna á mál bleiv Borgarhjørt Holm úr Bragdinum við tíðini 1.37.24. Triðja kvinna á mál var Sissal Drews Hjaltalin, men eins og triðji maður á mál, so umboðaði hon onki felag og so gjørdist Lydia Jacobsen úr Roysnið nummar trý í FM við tíðini 1.39.21.

Topp 10 hjá monnum

NrNavnÁrg.Tíð
1Rógvi Kárason, Bragdið 19971:20:49.9
2Peter Jensen, Bragdið 19921:22:58.7
3Símun Petur Arge Poulsen, Onki felag 19941:23:53.5
4Sam Vang, Bragdið 19701:24:40.2
5Pauli Poulsen, Roysnið 19731:25:58.3
6Heini Gregersen, Treysti 19641:26:48.1
7Jógvan Hendriksson Olsen, Onki felag 19981:28:04.0
8Jaspur Højgaard, Onki felag19851:30:30.9
9Per Martin Gregersen, Roysnið 19891:30:51.4
10Andrew Hansen, Bragdið 19751:31:34.2


Topp 10 hjá kvinnum

NrNavnÁrg.Tíð
1Rigmor Napoelonsdóttir Arge, Hvirlan 19691:29:23.7
2Borgarhjørt Holm, Bragdið 19661:37:24.1
3Sissal Drews Hjaltalin, Onki felag 19961:38:36.5
4Lydia Jacobsen, Roysnið 19761:39:21.9
5Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið 19741:48:33.0
6Helga Súsanna Johansen, Treysti 19811:50:26.2
7Heidi Óluvá Jógvansdóttir, Bragdið 19721:58:27.3
8Aud í Soylu, Frælsi 19612:00:01.4
9Tóra Holm Jacobsen, Bragdið 19732:01:51.9
10Katrin Bertholdsen, Onki felag 19992:02:42.6


Øll úrslit frá øllum kappingunum í gjár eru at síggja á webscorer.com á leinkjunum niðanfyri.

FM hálvmaraton 2020

NS hálvmaraton Klaksvík 2020

NS motiónsrenning 2020 – 5,275km

NS barnarenning -7 (2013 ella seinni) – 530m

NS barnarenning -10 (2010-2012) – 530m

NS barnarenning -13 (2007-2009) – 530m

Myndir, sum Jóannes Poulsen tók, eru at finna á hesini leinkjuni: NS hálvmaraton Klaksvík 2020