Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Ungu rennararnir hjá Treysti gjørdu rættiliga um seg í árligu Flaggdagsrenningini hjá Bragdinum á Flaggdegnum í Havn 2. páskadag.

Heilar níggju ferðir vóru boð eftir Treysta-rennara, at koma uppá sigursskammilin at taka ímóti steypi ella heiðursmerki.

Hjá dreingjunum, sum eru føddir í 1998-2004 og runnu ca. 1,3 km, gjørdist tað til tvídyst millum Treysta-dreingirnar Julian Gregersen (98) og Gunnar Sivertsen (99).


Julian á veg á mál. Regin Joensen (í svørtum) aftanfyri Julian var vegvísari hjá børnunum

Julian er altíð aktivur og hevur í vetur gjørt mest við hondbólt og runnið eitt sindur. Gunnar hevur nú í eina tíð, einans íðka renning, og hevur hann havt støðuga framgongd í seinastuni. Endin varð at Julian gjørdist tryggur vinnari, við Gunnari líka tryggum á øðrumplássi. Nummar trý gjørdist ein hoyvíkingur. Martin Joensen úr Treysti gjørdist nummar tjúgu.


Gunnar, Katarina, Maria og Oddvør á veg móti málinum

Hjá gentunum, sum eisini eru føddar í 1998-2004 og runnu saman við dreingjunum, var lagt um til spennandi uppgerð um tey fyrstu seks plássini, tí har vóru "kend" nøvn við. Treystagenturnar hava allar verið sera raskar til venjing allan vetur, og tí var stórur spenningur um, hvussu okkara ungu gentir fóru at standa seg ímóti væl eldru Bragdagentunum, sum m.a. vóru vinnarin frá seinastu Flaggdagsrenning Sára Debesardóttir (98), Katarina Høj (99), Karin Holm Simonsen (99) og Elisabeth Holm Simonsen (01)..


Maria, Oddvør og Sára á veg á mál 

Tað skuldi vísa seg, at okkara ungu stóðu seg sera, sera væl. Tær megnaðu kortini onki at gera við Katarinu, sum gjørdist tryggur vinnari, men hinar tríggjar blivu allar lagdar afturum. Maria Biskopstø (02) gjørdist nummar tvey og Oddvør Josephsen (01) nummar trý. Síðani komu Sára, Karin og Elisabeth á mál, sum nummar fýra, fimm og seks. Hinar báðar Treystagenturnar, Rutt Gregersen og Martha Josephsen, runnu eisini heilt væl og blivu ávikavist nummar níggju og tíggju. 


Rutt, sum er røsk at møta til venjing, á veg á mál á 9. plássi

Fýra av seks heiðursmerkjum hjá dreingjum og gentum má sigast at vera sera flott - tillukku tit ungu :)

Spennandi verður at fylgja gongdini hjá okkara ungu rennarum í summar.


Starturin hjá teimum vaksnu

Teinurin hjá teimum vaksnu er umleið 7 km (6,8 km). Líkindini vóru nakað undan renningini sera skiftandi við kavaælingum, nógvum vindi, regni, sól og næstan stilli. Tá runnið bleiv var turt, men rættiliga nógvur vindur, sum heilt sikkurt hevur stóra ávirkan á tíðirnar hjá teimum allarflestu.

Hjá monnum og kvinnum varð talan um ungar vinnarar og vóru báðir úr Treysti! Av fyrstu seks monnunum á mál, vóru fýra úr Treysti! Hjá monnunum gjørdist Marnar tryggur vinnari. Hann legði seg á odda beinanvegin og økti hann um munin allan vegin á mál.


Marnar, sum bert er 16 ár, júst komin á mál, sum yngsti vinnari nakrantíð hjá monnum í Flaggdagrenningini

Honum á baki kom Gutti, sum eisini legði hart út, og skjótt fekk hol aftur til Borgar, Sam og Henry, sum vóru nærmastu kappingarneytar á hálvari leið. Marnar var tá einar 100 metrar frammanfyri Gutta, sum eisini var einar 100 metrar frammanfyri teir tríggjar.


Pól á hálvari leið, áðrenn leiðin verður løgd aftur út til Strond at venda

Marnar helt á við at økja munin, meðan Sam á veg úteftir seinnu ferð rann frá Henry og Borgari, og hálaði nokkso fitt inn á Gutta. Tá teir vendu harúti seinnu ferð, var Gutti bert einar 50 metrar frammanfyri Sam. Men Gutti hevur víst, at hann er í góðari venjing í løtuni, og økti hann munin aftur til Sam restina av teininum.


Gutti, sum luttók 15. árið á rað í Flaggdagsrenning, stríddi seg til 2. pláss

Endin varð, sum áður nevnt, at Marnar gjørdist tryggur vinnari við 23,19 min. frammanfyri Gutta á øðrumplássi við 24,03 min. og Sam á triðjaplássi við 24,32 min. Henry bleiv nummar fýra við 24,57 min. Borgar, sum altíð rennur væl, bleiv nummar fimm við 25,06 min. og Jonhard, sum støðugt vísir framgongd, bleiv nummar seks við 25,27 min.


Borgar, sum bleiv nummar tvey hjá veteranum, fekk ein avloysara, so hann kundi renna Flaggdagsrenning

Feðgarnir Heini og Einar hava verið trúfastir til venjing í vetur, og hava eisini havt nakrar tvídystir í kapping í vetur. Spennandi var tí hvussu hesin tvídysturin teirra millum fór at enda.


Heini, Jóhan M. (Dardus) og Petur Lamhauge í tøttum endaspurti

Teir lógu nokkso javnir allan vegin, men móti endanum var Heini tann stinnari enn einaferð. Heini og Jóhan M. lógu eisini nokkso javnir allan vegin, og skiftust eisini um plaseringar sínámillum. Eina løtu var Heini frammanfyri, næstu løtuna var Jóhan M. frammanfyri, men úrslitið hjá teimum bleiv, at Jóhan M. bleiv fremstur á 15.plássi við 26,55 min. beint frammanfyri Heina á 16.plássi við 26.58 min. Einar, sum bert var fáar metrar aftanfyri, bleiv nummar 18 við 27,04 min. Væl runnið av 15 ára gamla Einari. Sum tað sær út, so verður tað truplari og truplari hjá Heina, at koma á mál frammanfyri Einar í framtíðini. 


Eirikkur, sum hevur verið darvaður av skaða, bleiv nummar 45

Aðrir Treysta-menn vóru eisini raskir. Okkara ultrarennari, Pól Sundskarð, bleiv nummar 28, Jan Petersen bleiv nummar 35, Eirikkur Joensen bleiv nummar 45, Emil Biskopstø nummar 101, Álvur Áarstein nummar 130 og Thorbjørn Hansen nummar 134.

Í veteranbólkinum bleiv Borgar nummar 2, Heini nummar 6 og Pól nummar 10. Álvur bleiv nummar 10 í superveteranbólkinum.

Var talan um tryggan vinnara hjá monnum, so varð talan um uppaftur tryggari vinnara hjá kvinnunum. Her varð tað 18-ára gamla Rebekka, sum gjørdi bart og vann við tíðini 28,59 min. Tað var næstan tveir minuttir frammanfyri Beintu H. Joensen úr Bragdið á 2. plássi og Dagmar Johannesen á 3. plássi, sum brúktu ávikavist 30,51 min. og 31,00 min. Ella, sum rann væl og bleiv nummar fýra, var bert 25 sekund aftanfyri Dagmar.


Rebekka á veg á mál, sum vinnari hjá kvinnum

Vera Larsen bleiv nummar 29. Jórun L. Mørkøre nummar 51 og Hanna Z. Hansen nummar 85.


Jórun bleiv nummar 51 í kvinnubólkinum

Í veteranbólkinum var Ella meir enn 2 minuttir frammanfyri nærmastu kappingarneytar, sum vóru Krista Nielsen og Morid Jacobsen úr Bragdið. 


Dagmar, sum bleiv nummar 2 hjá kvinnum, frammanfyri Ellu íð vann veteranbólkin

 


Gentur fv: Maria, Katarina Høj og Oddvør Josephsen


Dreingir fv: Gunnar, Julian og Jóhann H. Joensen


Kvinnur fv: Beinta H. Joensen, Rebekka og Dagmar Johannesen


Kvinnur veteranar fv: Krista Nielsen, Ella og Morid Jacobsen


Menn fv: Gutti, Marnar og Sam Vang


Menn veteranar fv: Borgar, Henry Olsen og Absalon Hansen

Myndirnar hevur Jógvan K. Glerfoss tikið. Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum hjá Bragdið.