Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Jonhard og Tummas Hanus eru vælnøgdir við nýggju avtaluna

Í summar hava Treysti og INTERSPORT gjørt langtíðar stuðulsavtalu. 2010 var eitt "royndarár" og vóru báðir partar so mikið væl nøgdir við samstarvið, at báðir partar fegnir vildu gera eina langtíðaravtalu.

Bæði Treysti og INTERSPORT síggja fyrimunir við eini langtíðaravtalu.

- Nú hava vit mest samstarvað við Kristian, sum er leiðari í Klaksvík, og tað samstarvið hava vit verið sera væl nøgdur við, sigur Jonhard Larsen. Tey eru altíð blíð at koma inn til, og altíð tilreiðar at veita okkum eina góða tænastu, og tað seta vit stóran prís uppá, sigur Jonhard Larsen, sum gleðir seg til samstarvið við INTERSPORT í framtíðini.

- Vit eru sera fegin um at hava fingið langtíðaravtalu við Treysti, tí talan er um eitt sera sjónligt, aktivt og vælrikið felag, sigur Kristian Andreasen leiðari hjá INTERSPORT í Klaksvík.

- Treysti er eitt av størstu ítróttafeløgum í Norðoyggjum, og tí eru vit eisini fegin um at fáa tey undir "okkara veingir", sigur Kristian, sum eisini gleðir seg til samstarvið við Treysti í framtíðini.


Gutti, Jonhard, Tummas Hanus og Kristian avmyndaðir eftir at avtalan er undirskrivað