Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Tryggingarfelagið Føroyar høvuðssponsor hjá Treysti

Í vikuni hevur Treysti gjørt sponsoravtalu við Tryggingarfelagið Føroyar. Tað vóru Jonhard Larsen, formaður í Treysti og Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, íð undirskrivaðu avtaluna, sum inniber at Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðssponsor hjá Treysti.


Avtalan verður undirskrivað


Kristina Háfoss og Jonhard taka í hondina á hvørjum øðrum eftir at avtalan er undirskrivað

Treysti er eitt felag, sum hevur haft vind í seglunum seinnu árini, og hevur í dag einar 300 limir. Felagið er sera virki, serliga í Norðoyggjum, og skipar fyri nógum tiltøkum fyri bæði stór og smá.

-Vit hava lagt merki til Treysti seinnu árini og síggja tað, sum eitt spennandi ítróttarfelag í menning. Har eru nógv eldhugað fólk í felagnum, og  íðkarar í øllum aldri. Felagið ger eitt megnararbeiði bæði fyri norðoyingar og fyri føroyska renning sum heild, sigur Kristina Háfoss, sum fegnast um at hava fingið sponsoravtalu við Treysti.

-Vit í Treysti eru sera fegin um avtaluna, sum hevur við sær, at tað verður munandi lættari at reka fíggjarliga partin í felagnum komandi árini. Vit eru nógvir íðkarar í felagnum, og eisini eru nógvir ungir evnaríkir íðkarar, og tí fara vit millum annað, at leggja størri dent á, at útbúgva venjarar framyvir og at skapa so góðar karmar, sum tilber fyri okkara iðkarar, sigur ein vælnøgdur Jonhard Larsen.

Sponsoravtalan millum Treysti og Tryggingarfelagið Føroyar er galdandi fyri 2011 og 2012.


Vælnøgd nevnd eftir at avtalan er undirskrivað