Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Í vikuskiftinum var Treysti umboða í Stórmót ÍR, sum er stór innandura kapping í frælsum ítrótti. 705 luttakarar úr 25 feløgum vóru við. Umframt Treysti, so luttók Hvirlan úr Havn eisini, so íalt vóru einir 30 føroyingar við í kappingini.


Óli og John Hermann við heiðursmerkjunum í munninum

Gull og silvur til John Hermann og Óla á 600m
John Hermann Fuglø og Óli Eyðsteinsson luttóku í bólkinum dreingir 11 ár (føddir í 2000), og teir báðir kláraðu seg avbera væl. Best gekst teimum á 600m teininum, har teir gjørdu bart og vunnu gull og silvur. 26 dreingir vóru við í kappingini, sum var býtt í tveir riðilar. John Hermann og Óli vóru í fyrsta riðili, saman við íslendinginum sum vann kappingina seinasta ár. Eftir at teinurin var hálvrunnin var íslendingurin á odda, men tá teir fóru framvið málinum eftir 400m hevði Óli lagt seg á odda við John Hermann í hølunum, meðan íslendarin dragnaði. Seinastu 200 metrarnar blivu tí ein tvídystur millum báðar Treystadreingirnar um fyrsta og annaðplássið í hesum riðili.


John Herman og Óli í harðari spurtuppgerð á veg á mál á 600m teininum

Tá tað restaðu 100 metrar setti John Hermann sín endaspurt inn og fór framum Óla, og tað bleiv ein øgiligur tvídystur teirra millum, men John Hermann bleiv tann fyrri á mál. Tíðirnar hjá teimum blivu 1.56,3 min. og 1.57,0 min. Nú varð hugt við stórum spenningi eftir seinna riðili. Men tað gjørdist longu greitt eftir fyrstu 200 metrarnar, at ongin teirra fór at klára tíðirnar hjá John Hermanni og Óla, sum sostatt vunnu gull og silvur. Væl runnið og tillukku dreingir!


Óli og John Hermann ovast á sigursskamlinum eftir 600m

Teir báðir luttóku eisini í 60m, kúlustoyti og longdarlopi. Best gekk hjá teimum á 60m har teir blivu nummar seks og sjey av 30 dreingjum. Í øllum greinunum settu teir persónlig met. Nevnast kann at Óli er føddur 2001 og er sostatt ein árgang yngri enn kappingarneytarnir.

Bronsa til Oddvør á 600m
Treysti hevði fýra gentur við í bólkinum 11 ár (føddar í 2000). Hetta er yngsti bólkur kappast verður í. Allar íslendsku genturnar, undantikin ein, vóru føddar í 2000. Allar fýra Treysta-genturnar eru yngri enn tað! Oddvør Josephsen og Rutt Gregersen eru føddar í 2001, meðan Maria Biskopstø og Óluva Allansdóttir Joensen eru føddar í 2002.


Oddvør hevur fingið bronsuheiðursmerkið um hálsin

Best gekk hjá teimum á 600m teininum, har tær 31 genturnar vórðu býttar í tríggjar riðilar. Fyrsti riðil bleiv vunnin við 2.09,9 min. Tí var spennandi at fylgja næsta riðili har Oddvør, Maria og Óluva vóru við. Ein íslendsk genta legði seg greitt á odda frá byrjan og helt leiðsluna á mál við tíðini 2.01,9 min. Oddvør rann alt tað hon var ment og eydnaðist tað henni at blíva nummar tvey við 2.03,9 min. meðan Maria kom á mál fimtaplássi í riðilinum við 2.10,2 min. Favoritturin Tordis Eva Steinsdóttir rann í seinasta riðilinum, har Rutt eisini var við. Eftir fyrsta og næsta umfar, sást á millumtíðunum, at Tordis Eva fór at endurtaka sigurin frá seinasta ár og so bleiv. Hon vann við tíðini 1.58,2 min. So samanlagt bleiv Oddvør nummar trý, Maria nummar seks, Rutt nummar seytjan og Óluva nummar nítjan. Talan var um persónligt fyri tær allar.


Maria, Óluva, Rutt og Oddvør vælnøgdar eftir 60m

Á 60m teininum runnu tær fýra áleið tað sama, sum tær hava runnið áður í Føroyum. Onkur teirra rann nakað skjótari og onkur rann eitt vet seinni. Fremst av teimum á 60m bleiv Oddvør á fjúrtanda plássi av 44 gentum. Í kúlustoytið var tað Óluva, sum var stinnast av teimum. Hon stoytti kúluna út á 4,83 metrar, sum er næstan ein heilan metur longri enn hon hevði stoytt áðrenn, og rakk tað til eitt seytjanda pláss av 34 gentum. Hinar tríggjar settu allar persónlig met í kúlustoytinum. Tær luttóku allar eisini í longdarlopi, og har var tað Oddvør í leyp longst og endaði á nítjanda plássi av teimum 46 gentunum. Í longdarlopinum var tað Maria í setti persónligt met, meðan hinar lupu áleið tað sama, sum tær høvdu klárað áðrenn.


Martha roynir seg í longdarlopi

Martha trý persónlig met
Í bólkinum gentur 12 ár (føddar 1999) luttóku Martha Josephsen og Paulina Fuglø. Tær kappaðust í 60m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti. Hóast tær endaðu í aftaru hálvu í øllum kappinginum, so gekst teimum væl. Martha setti trý persónlig met, meðan Paulina fekk aleið somu úrslit sum frammanundan. Og sum hjá hinum Treystarennarunum, so var tað á 600m teininum at tær vóru stinnastar.


Paulina stoytir kúlu

Julian leyp fyrsta hæddarlopið
Julian Gregersen luttók í bólkinum dreingir 13 ár (føddir 1998). Hann var tilmeldaður í 60m, 60m hekk, 200m, longdarlop, hæddarlop og kúlustoyt. Hann hevði darvast við skaða frammanundan, og til fyrstu venjingina í høllini fekk hann aftur ein lítlan skaða. Men Julian er treystur unglingi og valdi at kappast kortini. Hann endaði í mittastu helvt í øllum kappingunum. Í høllini sluppu ungu treystafólkini at venja eitt sindur av hæddarlopi. Julian er fyrsti íðkari hjá Treysti, sum hevur fingið eitt skrásett úrslit í hæddarlopi, tá hann megnaði at leypa fyrst 1,10m, og so 1,15m og at enda 1,20m. Hann hevði eina sera góða roynd á 1,25m, men tíverri kom hann ikki uppum.


Julian tilreiðar at renna 200m

Einar tvey heiðursmerkir
Í bólkinum dreingir 16-17 ár luttók Einar Gregersen í 3.000m og 1.500m. Hesir dreingir runnu saman við teimum vaksnu. Málið hjá Einari undan íslandstúrinum var, at røkka 11 minuttir á 3.000m og 5 minuttir á 1.500m. Og tað gekk. 3.000m metrarnar rann hann uppá 11.00,97 min. og rakk tað til gullheiðursmerki. 1.500m rann hann uppá 4.57,84 min. og rakk tað til bronsuheiðursmerki.


Einar við bronsumerkinum eftir 1.500m

Raskir menn
Guttorm Sørensen, Borgar Biskopstø, Andreas Josephsen, Heini Gregersen og Pól Fuglø royndu seg eisini í Stórmót ÍR á 3.000m. Umframt teir fimm so luttók leiðarin á Hotel Ørkin, Hans Michael í Mittúni, eisini í 3.000m. Bert tveir skjótir íslendingar vóru við, og tí skuldi kappingin um bronsuheiðursmerkið væntandi avgreiðast millum Treysta-mennirnar.  Stinnastur av teimum var Gutti, sum bleiv nummar trý við 9.41,61 min. Borgar setti persónligt met við 10.09,69 min. Heini kom undir 11 minuttir og fekk 10.52,97 min. Sum áður nevnt fekk Einar 11.00,97 min. Andreas og Hans Michael náddu tíverri akkurát ikki undir 11 minuttir, og komu teir um mállinjuna eftir ávikavist 11.02,84 min. og 11.04,66 min. Pól Fuglø bleiv nummar átta.


Røsku mennirnir eftir frálíku úrslitini á 3.000m. Andreas, Hans Michael, Heini, Einar, Gutti, Borgar og Pól

Eftir at hava runnið sera góðar tíðir á 3.000m leygardagin, skuldu Gutti, Borgar, Andreas og Heini eisini renna 1.500m sunnudagin, saman við Einari. Bert ein íslendingur møtti til start hjá monnum, og tí skuldu Treysta-mennirnir aftur kappast um heiðursmerkir. Tað bleiv talan um ein sera harðan 1.500m, har Gutti bleiv nummar tvey við 4.24,65 min. Borgar nummar trý við 4.37,05min. Heini fekk 4.57,90 min. og Andreas 5.02,38 min. Sostatt fingu mennirnir saman við Einari fimm heiðursmerkir.


Tað gekk eisini væl hjá Treystamonnunum, sum her byrja at renna 1.500m

Trautabraut
Hetta er “royndarbreyt ella fjølkampur” har ungir íðkarar, sum eru ov ungir at kappast, sleppa at royna seg á einum liði í ymiskum, sum líkist kappingargreinunum í frælsum ítrótti. Ranvá Kjartansdóttir Hansen og Maria Josephsen vóru við í hesum og vóru tær sera væl nøgdar. Øll børnini, sum luttøku í Trautabraut, fingu heiðursmerki.


Maria og Ranvá royna seg í "Trautabraut"

Nógv var á skránni um dagarnar. Gist varð á Hotel Ørkin, og tað vóru allir luttakararnir sera væl nøgdir við. Har bleiv etið, bundið, telvað, spælt borðtennis, hugt eftir filmi, drukkið nógv kaffi og nógv prátað. Børnini vóru í skúla tveir tímar hvønn morgun. Venjing var hvønn dag undantikið fríggjadagin, tá hvílt bleiv.


Martha og Kamilla sita so fittar og gera skúlating 


Nógv telving á Hotel Ørkin hesar dagarnar


Vitjað bleiv eisini í Bláa Lónið

Leygarkvøldið var hugnaløta á Ørkini og sunnukvøldið var møti við Pól Jóhannessen. Á møtinum sunnukvøldið sang eitt barnakór úr Treysti tríggjar sangir. Tað var Sólfríð, kona Hans Michael í Mittúni, sum var kórleiðari.


Treystakórið venur saman við Sólfríð og Hans Michael

Samanumtikið var hetta ein sera, sera góður túrur hjá Treysti har øll fingu nógv burturúr.


Øll 27 sum vóru við í ferðalagnum, avmyndaði uttanfyri Hotel Ørkin, í nýggjari drakt, sum er stuðlað av
Norðoya LItbúð, Kanjon og JFK Trol. Umframt draktina fingu tey øll eina t-shirt, sum er stuðlað av Malltek og Vera Klipt