Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Tor Rønnow

Næsta vikuskifti, tvs. 2-4 september og tá Tórshavn Marathon er á skránni, fær Treysti vitjan av Tor Rønnow, sum fer at halda fyrilestur fríggjakvøldið 2. september kl. 19:30 í EIK Banka í Klaksvík. Eisini fer hann at halda fyrilestur í Havn dagin fyri Tórshavn Marathon. Sunnudagin fer hann so at renna Tórshavn Marathon.

Tor Rønnow er annar av rithøvundunum til bókina “ELSK AT LØBE – med marathonbogen”. Hin rithøvundurin er professarin Bente Klarlund Pedersen.

Tor er kendur, sum virkin skrivari og marathonrennari ikki bert í Danmark, men í øllum Skandinavia sum heild og eisini í Týsklandi, har hann er eitt kent andlit í marathonhøpi.


Tor hevur einastandandi góð evnir, at endurgeva og lýsa marathonrenningar, sum hann luttekur í. Hann hevur luttikið í heili 229 marathon, síðani tað fyrsta í 2004.

Frágreiðingarnar hjá honum eru at finna á renniheimasíðuni www.dourun.dk umframt á hansara egnu heimasíðu, sum eitur www.temperance.dk. Hansara egna heimasíða hevur einar 400.000 “hits” hvønn einasta mánað frá lesarum úr fleiri enn 75 londum kring knøttin.

Tor er eisini klummuskrivari á
 www.motionslob.dk og síðani fyri kortum eisini hjáwww.motiondanmark.dk.

Í seinastu útgávu er ein fín grein um Tor í “løbemagasinet”, sí meira á
 www.lobemagasinet.dk.

Privat er Tor pápi at trimum dreingjum, sum hann hevur annað hvørt vikuskifti, so rytman hjá honum er reglulig: annaðhvørt vikuskifti er tað tíð til eitt ella tvey marathon.

Viðvíkjandi náttúru so er Tor ein “frelstur fjallatuskari” síðani barnaárini, so at skula luttaka í Tórshavn Marathon er ein uppliving, sum leingi hevur staðið ovarlaga á ynskilistanum.