Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






TREYSTI gjørdist besta og mest vinnandi felag í Vetrarkappingini, sum endaði leygardagin, tá 5. og seinasta umfar bleiv runnið í samband við Várkappingina í Runavík.

Teinurin var 10 km fyri vaksin og 5 km fyri børn. Líkindini at renna leygardagin vóru av teimum allarbestu, og tað sást aftur í tíðunum, sum hendan dagin rættiliga góðar hjá allarflestu luttakarunum.

Sum tað hevur verið í øllum teimum undanfarnu umførunum í Vetrarkappingini, so vóru "tey gulu" úr Treysti eisini rættiliga sjónlig í kappingini leygardagin, og vóru tað eisini tey í vunnu mest. Leygardagin bleiv tað til heili 12 heiðursmerkir: 5 gull, 4 silvur og 3 bronsuheiðursmerki.

Gutti vann opna bólkin hjá monnum við 34.19 min. frammanfyri Henry Olsen við 34.33 min. og Borgar við 35.30 min. Teir fylgdust til 5 km og høvdu tá millumtíðina 17.10 min. Borgar bleiv samstundis nummar tvey í veteranbólkinum aftanfyri Henry.


Gutti, Henry og Borgar blivu fremstir hjá monnum

Aðrar tíðir og úrslit hjá monunum blivu:

 5. 36.09 min. Jonhard
 6. 37.13 min. Magni Jacobsen
 9. 37.32 min. Heini Heinason
11. 38.14 min. Heini Gregersen (nr. 4 veteran)
16. 41.03 min. Pól Sundskarð (nr. 5 veteran)
22. 43.14 min. Gunnar Simonsen (nr. 3 superveteran)
26. 50.23 min. Jóannes N. Poulsen


Magni Jacobsen, sum býr á Skála, rennir fyri Treysti og hevur luttikið allan vetur


Fyrrverandi KÍ-kempurnar, Gunnar og Pól, runnu væl leygardagin

Hjá kvinnunum var tað ongin í megnaði at fylgja Rebekku, sum setti PR við fleiri minuttum, tá hon kom á mál við tíðini 41.01 min. Henni næstar komu Ella við 45.53 min. og Gunhild Helmsdal við 47.44 min.


Fremstu kvinnurnar: Ella, Rebekka og Gunhild Helmsdal

Hinar Treysta-kvinnurnar runnu eisini væl og bleiv Astrid Joensen nummar fimm við 49.05 min., Karin nummar seks við 49.15 min. og Jórun nummar átta við 51.44 min. fyri teir 10 kilometrarnar. Ella vann samstundis veteranbólkin frammanfyri Karin.


Astrid, Jóannes og Jórun í góðveðrinum í Runavík

Hjá teimum ungu var tað serliga Marnar í rann sera væl. Hann vann tryggan sigur á 5 km teininum við tíðini 15.58 min.!!! Ótrúliga flott runnið av honum.


Marnar rann teir 5 km uppá 15.58 min.!!!

Einar setti PR bleiv nummar tvey við 19.14 min. og nummar trý bleiv ungi Gunnar Sivertsen við 20.53 min. Hann er føddur í 1999, so tað er rættiliga flott runnið av Gunnari.


Ungi Gunnar hevið eisini ein góðan dag og rann 5 km uppá 20.53 min.

VETRARKAPPINGIN

Í samlaðu Vetrarkappingini, sum endaði leygardagin, var tað Treysti íð vann flest steyp samanlagt. Rebekka vann opna bólkin hjá kvinnum við 153 stigum frammanfyri Ellu við 144 stigum og Gunhild Helmsdal við 138 stigum. Rebekka vann eisini bólkin hjá kvinnuunglingum.


Ella, Rebekka og Gunhild Helmsdal við steypunum fyri Vetrarkappingina

Hjá monnunum bleiv Gutti, hóast tveir sigrar í seinastu umførunum, akkurát ov stuttur, at klára Sam Vang, sum gjørdist vinnari við 153 stigum, meðan Gutti fekk 152 stig. Henry Olsen gjørdist nummar trý við 144 stigum.


Gutti, Sam og Henry

Hjá veteranunum gekk betur. Her bleiv tað til tvey steyp hjá bæði kvinnum og monnum. Henry vann við 155 stigum frammanfyri Borgar við 144 stigum og eitt sindur óvæntað Heina Gregersen við 138 stigum. Hjá kvinnunum var Ella suverenur vinnari við 153 stigum, frammanfyri Karin við 144 stigum og Karin Mariu Isaksen við 140 stigum.


Borgar, Henry og Heini við steypunum í veteranbólkinum


Karin, Ella og Karin Maria við steypunum í veteranbólkinum

Gunnar hevur allar vetur ligið til eitt pláss á skamlinum og tað eydnaðist hjá honum at halda fast um triðjapláss við 142 stigum. Vinnari bleiv Jens R. Weihe við 152 stigum, frammanfyri Óla Olsen við 150 stigum.


Raskir og vælnøgdir superveteranar lyfta steypini eftir lokna Vetrarkapping

Hjá dreingjunum hendi tað leygardagin, at Treysti fór avstað við øllum trimum steypunum. Marnar gjørdist tryggur vinnari við 155 stigum. Nummar tvey bleiv Einar við 144 stigum. Heilt óvæntað, so bleiv tað Gunnar Sivertsen, sum fór avstað við triðjaplássinum við 138 stigum.


Framtíðar rennarar hjá Treysti: Einar, Marnar og Gunnar


Flestu av teimum í luttóku í Várkappingini leygardagin

TREYSTI YNSKIR AT TAKKA TYKKUM MONGU Í HAVA LUTTIKIÐ Í VETRARKAPPINGINI Í VETUR, UMBOÐA FELAGIÐ SO VÆL OG GJØRT TAÐ SO SJÓNLIGT VIÐ GÓÐUM ÚRSLITUM. EISINI EITT STÓRT TILLUKKU VIÐ TEIMUM MONGU HEIÐURSMERKJUNUM OG STEYPUNUM.