Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Í morgun fór ferðalag við seks ungum íðkarum úr Treysti til Danmarkar har tey skulu kappast í DM fyri ung innandura, sum aftur í ár fer fram í Sparbank Arena í Skive. Kappingarnar byrja í leygarmorgunin kl. 10.00 og halda fram til kl. 19.30, og byrja aftur sunnudagin kl. 9.00 og halda fram til  umleið kl. 18.30.

Teir seks íðkararnir eru: Julian Gregersen, Hans Sivertsen, Oddvør Josephsen, Óluva A. Joensen, Maria Biskopstø og Birita Ryan. Tey stóðu seg øll væl í Íslandi fyri kortum, og nú skulu tey so kappast ímóti teimum bestu í Danmark. Við í ferðalagnum eru eisini venjarin Guttorm Sørensen og ferðaleiðararnir Andreas Josephsen og Margit G. Joensen. Ferðalagið kemur heimaftur sunnukvøldið.

Fyri at tryggja sær luttøkurætt krevst, at ein er í topp 18-24, alt eftir hvørja grein talan er um, í sínum aldursbólki í Danmark. Vónir eru um persónlig met, men onkur íðkari liggur ovarlaga á ranglistanum, og gongst væl, so eru avgjørt møguleikar fyri onkrum heiðursmerki.

Skráin hjá teimum sær soleiðis út (før.tíð):

Leygardagin 25. Feb.
Kl.      Navn                    Árg.  Tilm.      Grein Bólkur
09:00     Birita Ryan 2002       4.52        Longdarlop      Ge.14-15 ár
09:30     Oddvør Josephsen   2001       60.50 400 metur        Ge.16-17 ár
09:50     Hans Sivertsen  2001       57.61     400 metur        Dr. 16-17 ár
13:15     Óluva A Joensen  2002       11.45     Kúlustoyt        Ge.14-15 ár
13:30     Maria Biskopstø   2002       2.20.32  800 metur      Ge.14-15 ár
14:00     Oddvør Josephsen  2001       2.18.02  800 metur    Ge.16-17 ár
14:10     Hans Sivertsen    2001       2.17.74  800 metur    Dr. 16-17 ár
14:25     Julian Gregersen    1998       1.58.67  800 metur        Dr. 18-19 ár
16:30     Birita Ryan  2002       8.45        60 metur inn. Ge. 14-15 ár
17:30     Birita Ryan  2002      60 metur fin.? Ge. 14-15 ár

Sunnudagin 26. Feb.
Kl.    Navn              Árg.  Tilm.      Grein           Bólkur
10:50     Birita Ryan    2002       9.29     Trístøkk    Ge. 14-15 ár
11:45     Maria Biskopstø  2002       4.53.87  1500 metur  Ge. 14-15 ár
12:15     Oddvør Josephsen  2001       4.50.06  1500 metur  Ge. 16-17 ár
12:45     Julian Gregersen  1998       4.05.70  1500 metur  Dr. 18-19 ar
13:40     Maria Biskopstø    2002       1.39        Hæddarlop Ge. 14-15 ár
15:40     Birita Ryan        2002  29.04     200 metur Ge. 14-15 ár

Leinkja til startlistar og úrslit er her: Startlistar og úrslit DMU innandura 2017

Kappingin kann stroymast her: Livestreaming DMU innandura 2017

Treysti ynskir tykkum øllum allarbestu eydnu í DMU innandura 2017.