Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin 22. og sunnudagin 23. januar fara nøkur Treystabørn og onkur vaksin, at royna seg í innandurakappingum í Laugardalshøllini í Reykjavík. Hendan árliga kappingin eitur Stórmót ÍR. Seinasta hevði Treysti onkrar luttakarar við. FÍF hevur seinastu 4 árini havt luttakarar við. Umframt Treysti, so hevði Hvirlan luttakarar við seinasta ár, og tey luttaka aftur í ár.

Ferðalagið frá Treysti, sum telur 27 fólk, fór úr Føroyum fríggjadagin 14. januar og kemur heim aftur mánadagin 24. januar. Meðan tey eru í Reykjavík búgva tey á Hotel Ørkin, har klaksvíksparið Sólfríð og Hans Michael í Mittúni eru vertir.

Vikuna frammanundan undan Stórmót ÍR, fara tey at venja nakrar ferðir í høllini, har tey eisini skulu kappast. Umframt venjingar, so eru fleiri onkur tiltøk á skránni, so sum svimjing, skíing (um veður er til tað), skoyting, Bláa Lónið, shopping og annað. Hesin túrurin er mitt í skúlatíð, og tí hava øll børnini skúlating við. Skipað verður fyri skúlagongd nakrar tímar hvønn morgun á Ørkini.

Vikuskiftið 14.-16. januar er Reykajvík International Games á skránni. Í hesum leikum eru fleiri ymiskar ítróttargreinar á skránni. Leygardagin 15. januar kl. 13-15 er frælsur ítróttur á skránni í Reykjavík International Games. Tá fara tey øll at hyggja eftir frælsum ítrótti har bestu íslendingarnir eru við, umframt onkur útlendingur. Henda kappingin fer fram í Laugardalshøllini. Ætlanin er eisini at hyggja eftir øðrum ítróttargreinum í Reykjavík International Games, so sum dansi, listskoyting, bogaskjóting, badminton og øðrum.

Børnini sum fara at luttaka í Stórmót ÍR eru hesi:

John Hermann Fuglø
Føðiár: 2000

Luttekur í:
60m
600m
Longdarlop
Kúlustoyt

Julian Gregersen
Føðiár: 1998

Luttekur í:
60m
60m hekk
200m
Longdarlop
Hæddarlop
Kúlustoyt

Maria Biskopstø
Føðiár: 2002

Luttekur í:
60m
600m
Longdarlop
Kúlustoyt

Oddvør Josephsen
Føðiár: 2001

Luttekur í:
60m
600m
Longdarlop
Kúlustoyt

Óli Eyðsteinsson
Føðiár: 2001

Luttekur í:
60m
600m
Longdarlop
Kúlustoyt

Óluva Allansdóttir Joensen
Føðiár: 2002

Luttekur í:
60m
600m
Longdarlop
Kúlustoyt

Martha Josephsen
Føðiár: 1999

Luttekur í:
60m
600m
Longdarlop
Kúlustoyt

Paulina Fuglø
Føðiár: 1999

Luttekur í:
60m
600m
Longdarlop
Kúlustoyt

Rutt Gregersen
Føðiár: 2001

Luttekur í:
60m
600m
Longdarlop
Kúlustoyt

Ranvá Kjartansdóttir Hansen
Føðiár: 2002

Luttekur í:
Royndarbreyt
gentur 8 ár og yngri

Maria Josephsen
Føðiár: 2004

Luttekur í:
Royndarbreyt
gentur 8 ár og yngri

   


Hjá monnunum ætla Gutti, Borgar, Andreas, Heini at luttaka í 1.500m og 3.000m, meðan Pól og Hans Michael fara at luttaka í 3.000m. Einar fer at luttaka í 1.500m og 3.000m bólkinum 16-17 ár.

Leinkja til allar startlistarnar er her. (Luttakararnir hjá Treysti eru skrásettir undir Færeyjar sum félag).

Vit ynskja teimum øllum góða eydnu í Stórmót ÍR.