Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 4. apríl 2020



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 16. mai




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin 22. februar kl. 14.00 skipar Treysti fyri árligu Torraheilsurenningini, sum byrjar og endar niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga. Í mun til undanfarin ár, so tiltakið broytt soleiðis, at runnið/gingið verður í 15 min. út og so venda øll heimaftur í senn og tvs. at øll koma á mál nøkunlunda samstundis.

Rutan
Byrjað veður niðanfyri Sjúkrahúsið, og so verður fari heim eftir Klaksvíksvegnum, eftir Gerðagøtu og so víðari úteftir Oyravegnum. Ein vendir so har ein er staddur eftir 15 min. og so sama veg aftur til Sjúkrahúsið har málið er.

Vegirnir verða ikki avsperraðir, og tí verður heitt á luttakararnar um at vísa stórt varsemi, meðan runnið/gingið verður. Gott hevði verið, um luttakararnir vóru í gulum vesti.

Kl. 13.00 RØRSLA FYRI ØLL 
  Peter Jensen greiðir frá átakinum "Rørsla fyri øll" í Felagshølinum.
Frá viku 8 og 15 vikur fram verður bjóða ókeypis venjing minst eina ferð um vikuna m.a. í Klaksvík. Tú fært m.a. hjálp til røkka ásettum máli við venjingarskema til títt støði og tín tein. Øll eru vælkomin.

Kl. 14.00 Heilsucafé og opið Sjúkrahús
Sjúkrahúsið hevur opið hús millum 14.00 og 16.00, og øll eru vælkomin. – inngongd millum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús.

Kl. 14.00 Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga.

Eins og undanfarin ár byrja vit niðanfyri Sjúkrahúsið, og so renna/ganga vit heimeftir gjøgnum býin til Betri, og síðan úteftir móti Grøv/Skarðhamar, ella har, man er staddur eftir 15 min. Eftir 15 minuttir venda vit aftur móti Sjúkrahúsinum, har málið er.

Kantinan: Á Heilsukafeini í ár verður sett fokus á, at heilsugóður matur er ymiskur í mun tit hvørjari støðu tú ert í.

Ert tú frísk/-ur er tað heilsugott at eta eftir teimum 10 kostráðunum. Ert tú sjúk/-ur, hevur ringan matarlyst ella hevur tapt teg, so eru onnur ráð at fylgja. Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ger dagliga mat til sjúk fólk, eldri og fólk sum hava, ella eru í vanda fyri føðslutroti.

Vit fara at vísa og lata gestir smakka okkurt av tí, sum vit borðreiða fyri teimum. Umframt hetta borðreiða vit eisini við øðrum leskiligum smárættum .

Ambulatoriideildin KS2:

Tygum kunnu fáa mátað blóðtrýstið, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur.

Fysioterapiin - sunnari endi:

Ger konditest og máta feittvirði í kroppinum.


Øll eru vælkomin :)