Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Tilmeldingin klár til 1.umfar

Nú er tilmeldingin til 1.umfar í Vetrarkappingini klár. Leygardagin 13. november kl. 11.00 skipa Roysnið og Treysti fyri fyrsta umfari av Vetrarkappingini 2010-2011 í renning á Toftum.

Kappast verður í hesum bólkum:
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -1994) – 10,3 km
Veteranar kvinnur og menn (f. 1956-65) – 10,3 km
Menn Superveteranar (f. -1955) – 10,3 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1990-94) – 10,3 km
Gentur og dreingir (f. 1995-99) – 5 km

Rutur
Vaksin, veteranar, superveteranar og unglingar renna “Runt Agnið”. Byrjað verður við Tofta Skúla, runnið verður síðan úteftir niðan á “Agnið”. Málið er á Tofta kei.

Yngsti aldursbólkurin byrjar yviri á Mýrunum tætt við vegin oman til Toftavatn og rennir inneftir móti Runavík og so út á Tofta Kei. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 12. november kl. 21.00. Til ber eisini at melda til við Tofta Skúla áðrenn startin.

Startnummar
Startnummur verða avheintaðið við Tofta Skúla leygardagin frá kl. 10.20. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri fýra teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Leinkja til tilmeldingina er her.

Víst verður annars til kappingarreglurnar sum finnast her.