Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Treysti hevur seinastu trý árini skipað fyri EIK Renning, meðan EIK Banki var høvuðsstuðul. Nú í Tryggingarfelagið Føroyar er blivið høvuðsstuðul, verður skipað fyri TF Renning ístaðin. Hendan renningin hevur altíð verið hildin tætt uppá stovningardagin hjá Treysti, sum er 23. mars. Í ár verður hendan renningin leygardagin 19. mars. 

 
Gentur klárar til start í fjør

Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Heiðursmerkir, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur, verða til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum.

Tilmelding fer fram í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Kirkjubrekku leygarmorgunin 19. mars millum kl. 9.30 og 10.15. Luttøkugjaldið er, sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. 

Í smb. við renningina er ongin innkoyring millum EIK og Intersport, meðan renningin fer fram.


Stóru børnini klár til start í fjør

Startur og mál hjá øllum bólkum verða millum EIK og Intersport.

Skráin fyri renningina sær soleiðis út:

09.30-10.15 Tilmelding í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar 
10.30 Gentur & Dreingir f.2005 ella seinni – 250m 
10.40 Gentur & Dreingir f.2003-2004 – 500m
10.50 Gentur & Dreingir f.2001-2002 – 500m
11.00 Gentur & Dreingir f.1999-2000 – 1,1 km
11.00 Gentur & Dreingir f.1995-1998 – 1,1 km
11.15 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1966-1994 – 2,9 km 
11.15 Kvinnur & Menn veteranar f.1956-1965 – 2,9 km 
11.15 Kvinnur & Menn superveteranar f.1955 ella fyrr
11.45 Heiðursmerkjahandan

Seinasta ár vóru yvir 70 luttakarar við og vóna vit at undirtøkan verður minst líka góð hesaferð.