Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2017























Aðrir stuðlar:



Annað





Leygardagin 4. mars kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í TF Vetrarkappingini, sum aftur í ár verður fyriskipað á Fossánesi.

Hetta verður tíggjunda ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur og mál verður beint við Skúlan á Fossánesi, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.


Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
- Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2000) - umleið 8,8 km
- Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1962-1971) - umleið 8,8 km
- Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1961 ella fyrr) - umleið 8,8 km
- Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1997-2000) - umleið 8,8 km
- Gentur / Dreingir (f. 2001-2005) - umleið 3,3 km
 
Aftur í ár verður runnin nýggj ruta, sum inniber at runnið verður á tveimum Norðuroyggjum, nevniliga Borðoynni og Viðoynni. Vaksin renna umleið 8,8 km og børnini umleið 3,3 km

Runnið verður frá Skúlanum á Fossánesi heim til ljóskurvina har snarað verðum til vinstru til Hvannasunds, so nakrar hundrað metrar heimeftir og oman brekkuna við ferjuleguna og so suður eftir framvið fjøruni eftir hugnaligu gøtuni suður til Kirkjuna har runnið verður niðan á Sundsvegin og so helt suður til endan av Sundsvegnum at venda. Harfrá verður so runnið norður til Byrgingina og tvørturum til Norðdepli og suðureftir Oyravegnum, sum gongur gjøgnum bygdina. Runnið verður til har sum vegurin kemur í Hvannasundsvegin (vegurin omanfyri Norðdepli) og tann vegin norður til Byrgingina og tvørtum og sama veg, men nú verður ístaðin snarað norðureftir tá komið verður niðan á Sundsvegin við Kirkjuna. Norður til Byrgingina og tvørturum, men nú verður snarað til høgru norður aftur til Skúlan har málið er. 

Børnini renna somu rutu sum tey vaksnu til Kirkjuna. Tá snarað børnini norðureftir, afturímóti teimum vaksnu, sum snara suðureftir. Børnini renna so norður til Byrgingina, tvørturum hana og norður á mál við skúlan.

Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). 

Leinkjan til tilmelding er her: Tilmelding TF VK-6 Fossánes

Freistin er fríggjakvøldið 3. mars kl. 22.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við í Skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í skúlanum er møguleiki fyri skifting og brúsubað. Eftir renningina verður ábit og heiðursmerkjahandan í kantinuni í skúlanum.

Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.