Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Leygardagin 31. mars kl. 11.00 skipar Treysti árligu Silvarenningini. Treysti hevur seinnu árini skipað fyri renning í ber navnið hjá høvuðsstuðulinum hjá felagnum. Treysti hevur høvuðsstuðulsavtalu við Norðoya Sparikassa, og tí verður heitið á rennikappingini: Silvarenningin Klaksvík 2018.

Hendan renningin hevur altíð verið hildin tætt uppá stovningardegnum hjá Treysti, sum er 23. mars. Í ár verður hendan renningin leygardagin 31. mars.

Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Heiðursmerkir, sum Norðoya Sparikassi letur, verða til nummar 1, 2 og 3 í øllum vaksnu bólkunum og øll børnini, sum koma á mál, fáa eisini heiðursmerki frá Norðoya Sparikassa.

Tilmelding fer fram í deildini hjá Norðoya Sparikassa leygarmorgunin 31. mars millum kl. 10.00 og 10.45. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. 

Skráin fyri renningina sær soleiðis út:

10.00-10.45 Tilmelding í deildini hjá Norðoya Sparikassa
11.00 Gentur & Dreingir f.2012 ella seinni – umleið 425m 
11.10 Gentur & Dreingir f.2010-2011 – umleið 425m 
11.20 Gentur & Dreingir f.2008-2009 – umleið 425m 
11.30 Gentur & Dreingir f.2006-2007 – umleið 850m
11.35 Gentur & Dreingir f.2002-2005 – umleið 850m 
11.45 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1973-2001 – 3,3 km  
11.45 Kvinnur & Menn veteranar f.1963-1972 – 3,3 km  
11.45 Kvinnur & Menn superveteranar f.1962 ella fyrr - 3,3 km
12.15 Heiðursmerkjahandan í hølunum hjá Norðoya Sparikassa (ella uttanfyri um tað viðrar)

Startur og mál verður uttanfyri deildina hjá Norðoya Sparikassa.

Rutur:
Børn renna ávikavist 1 og 2 umfør runt um Akursmørk.
Vaksin renna 3 umfør frá Skúlavegi, til vinstru eftir Gerðagøtu, norðureftir Heygavegnum, omaneftir Fjósabrekku og so til vinstru eftir Biskupstøðgøtu aftur til Skúlavegin.

Eftir renningina verður okkurt leskiligt at fáa frá Norðoya Sparikassa.

Luttøkan plagar at verða góð, og tað vónar Treysti aftur hesuferð, og Silvi vónar eisini at síggja nógvar bæði smáar og størri rennarar.