Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Leygardagin 18. mars kl. 11.00 skipar Treysti árligari Silvarenning. Treysti hevur seinnu árini skipað fyri renning í ber navnið hjá høvuðsstuðulinum hjá felagnum. Treysti hevur gjørt høvuðsstuðulsavtalu við Norðoya Sparikassa, og tí verður heitið á rennikappingini: Silvarenningin Klaksvík 2017.

Hendan renningin hevur altíð verið hildin tætt uppá stovningardegnum hjá Treysti, sum er 23. mars. Í ár verður hendan renningin leygardagin 18. mars.

Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Heiðursmerkir, sum Norðoya Sparikassi letur, verða til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum.

Tilmelding fer fram í deildini hjá Norðoya Sparikassa leygarmorgunin 18. mars millum kl. 10.00 og 10.45. Luttøkugjaldið er, sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. 

Skráin fyri renningina sær soleiðis út:

10.00-10.45 Tilmelding í deildini hjá Norðoya Sparikassa
11.00 Gentur & Dreingir f.2011 ella seinni – umleið 425m 
11.10 Gentur & Dreingir f.2009-2010 – umleið 425m 
11.20 Gentur & Dreingir f.2007-2008 – umleið 450m 
11.30 Gentur & Dreingir f.2005-2006 – umleið 850m
11.35 Gentur & Dreingir f.2001-2004 – umleið 850m 
11.45 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1972-2000 – 3,3 km  
11.45 Kvinnur & Menn veteranar f.1962-1971 – 3,3 km  
11.45 Kvinnur & Menn superveteranar f.1961 ella fyrr - 3,3 km
12.15 Heiðursmerkjahandan í hølunum hjá Norðoya Sparikassa (ella uttanfyri um tað viðrar)

Startur og mál verður uttanfyri deildina hjá Norðoya Sparikassa.

Eftir renningina verður okkurt leskiligt at fáa frá Norðoya Sparikassa.

Luttøkan plagar at verða góð, og tað vónar Treysti aftur hesuferð, og Silvi vónar eisini at síggja nógvar bæði smáar og størri rennarar.