Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Enn einaferð so vóru allir luttakararnir í ársins Fugloyar Renning sera væl nøgdir við tiltakið. Siglt bleiv úr Hvannasundi kl. 8.45 og kl. 10.00 komu tey í land í Hattarvík og tá hevði Treysti prýtt bygdina við málportali, fløggum og tónleiki. Hálvan tíma seinni byrjaði sjálv renningin.

33 luttakarar ymsastaðni frá vóru tilreiðar. Eitt týskt par, eitt norskt par, ein donsk kvinna, suðuroyingar, vágafólk, havnafólk, eysturoyingar, nólsoyingar, føroyingar uttanlands og nakrir norðoyingar. Runnið verður frá Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvík. Teinurin er umleið 10,5 km. Fyrstur aftur til Hattarvíkar varð týskarin Frank Hekers. Hann brúkti beint yvir 50 minuttir. Honum á bakið kom Jonhard Larsen.

Millum kl. 12 og 13 bjóðaðu bóndahjúnini suppu og annað gott, áðrenn farið bleiv útferð til Skarðsvík. Við til útferðina fingu allir luttakarar ein góðan føroyskan matpakka við rugbreyði og føroyskum viðskera (skerpikjøti, rullupylsu og kjøtpylsu). Ætlanin var at fara niðan á Eystfelli og ganga framvið Eggini, men tað bleiv tíverri ov tjúkt í erva og tí bleiv útferðin broytt. Nøkur tóku túrin út á Egg ístaðin. Um trýtíðina vóru øll aftur, og tá bleiv borðreitt við kaffi og onkrum afturvið. Ritan kom aftur eftir luttakarunum kl 16.00 og eftir at hava lagt at á Kirkju og Eiðinum í Svínoy, so vóru øll aftur, bæði móð og sera vælnøgd, í Hvannasundi umleið kl. 17.30.

Herfrá skal berast ein tøkk til Jastrid og Símun fyri blíðskapin og góða fyriskipan.

Skoytast kann uppí, at danin Anders Lund Madsen hevur verið úti í Hattarvík í nakrar vikur, har hann gerð upptøkur til nakrar sendingar og sjálvandi vildi hann eisini filma "Fugloy's største sportsbegivenhed" sum hann málbar seg.

Myndir finnast á leinkjunum niðanfyri:

Fugloyar Renning 2017 (myndir: Gutti, Hjaltur & Jastrid)

Fugloyar Renning 2017 (myndir Henning Nygaard)