Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Sera stuttligt jólaborðhald

Jólaborðhaldið hjá Treysti, sum var í róðrarneystinum í Árnafirði leygarkvøldið 4. desember, var sera stuttligt.

Gott 40 limir vóru møttir. Hóast kava, so vóru tað nakrir av teimum, sum runnu frá Badmintonhøllini og norður til Árnafjarðar. Kl. 19.45 bjóðir Jonhard vælkomin og jólaborðhaldið byrjaði.

Fyrst var at fáa forrættin (rækjur) niðurum. Síðani kom vælsmakkandi dunna við waldorssalati á borðið. Omaná var kaffi og ris a la mande, og varð tað Petur Vitalis, sum var so heppin at fáa mandluna. Mandlugávan var ein nátt fyri tvey á Hotel Tórshavn.

Undirhaldið var sera gott. Sangurin, við undirspæli frá Petur, gekk væl. Jonhard greiddi frá New York Marathon, Karin greiddi frá Athen Marathon og Pól Johannessen greiddi frá sínum fyrsta marathoni, sum hann eisini rann í Athen. Stuttligt at hoyra ymisku frásøgnirnar.

Síðani kom eitt "surprice" sum ongin visti av, tá tveir "løgnir stavnar" komu inn á gólvið. Teir vóru (reyði) Victor Dánjalsson og Regin (Meier) Olsen, sum komu at fortelja krønikur. Teir vóru óluksaliga stuttligir og láturin mundi ongan enda tikið. Har vóru søgur um svínoyingar, Húshamar og aðrar góðar.


Hesir báðir vóru góðir

Eitt annað "hitt" á kvøldinum var sangurin hjá Jákup Veyhe um húkin: "latið húkin standa". Hann bleiv sungin heilar tríggjar ferðir!!!

Umleið miðnáttina vóru so jólapakkar til øll. Fólk skuldu seta ein tannstikkara millum yvir- og undirmunnin og so siga hvat var í jólapakkanum. Tað var mikið stuttligt at hoyra hvat var í pakkanum.

Regin, sum var komin heilt úr Vestmanna, segði nøkur orð og sang ein sang, áðrenn hann legði leiðina til heimaftur. 

Eitt sera stuttligt og væleydnað jólaborðhald var á enda komið og øll fóru mett og vælsett heimaftur, og gleða seg longu til næsta jólaborðhald. 

Myndir frá Jólaborðhaldinum eru at finna HER