Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað








Í samband við hetta átakið heitti Jógvan Andrias á Treysti um at skipa fyri einari renning fyri øll, og tað vóru vit sjálvandi við uppá. 

Leygarmorgunin 22. januar kl. 11 verður so skipa fyri renning fyri øll, sum byrjar og endar við Leikalund. Vit renna 4 km og vóna vit at síggja so nógv sum møguligt. Tað er ókeypis at vera við. Vatn, kaffi og kanska onkur kaka verður at fáa tá ið teinurin er runnin.
Hetta stendur at lesa í seinasta Norðlýsið

Sjálvboðið arbeiðsátak og opið hús
Norðoya fornminnafelag og Leikalund hava tikið stig til arbeiðsátak 22. januar í gomlu einahandilshúsunum í Klaksvík.
Henda dagin fært tú morgunmat í Leikalund. Treysti byrjar renningina henda dagin í Klaksvíksgarðinum og tú kanst síggja málningar hjá listafólkum úr norðoyggjum.

Átakið er ein liður í:
- at vekja áhuga fyri einum býlingi við nøkrum av elstu bygningunum í Klaksvík
- at bøta um og skapa enn betri karmar hjá Norðoya Fornminnasavni at virka undir

Talan er í fyrstu atløgu um at rudda og bjálva upp undir lofti í kjallaranum. Hóskandi amboð at hava við sær eru m.a. arbeiðshandskar, hamari og kúbein.
Fyri betur at kunna samskipa átaki verður heitt á tey, ið vilja verða við í hesum arbeiðsátaki at siga frá í seinasta lagi fríggjadagin 21. januar - á tlf. 457151/ 285137 ella, at støkka inn á gólvið í Leikalund.
Umboð fyri Norðoya Fornminnafelag koma at standa fyri og samskipa arbeiðið.

Morgunmatur í Leikalund kl. 10
Í samband við átakið bjóða fyrireikararnir til morgunmat í Leikalund leygardagin 22.januar kl 10.

Renning við Treysti
Eftir morgunmatarborðið setur Gunvá við Keldu, Borgarstjóri, í gongd 4 km renningina, hjá Treysti, sum henda dagin byrjar úr Klaksvíksgarðinum.

Listaframsýning í Spaniastovu
Eftir at Leikar í lund og Norðoya Listafelag hava tikið upp samstarv er framsýning við málningum hjá listafólkum úr Norðoyggjum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Klaksvíkar Kommuna, Norðoya Listafelag, Bakaríið hjá Jórun, INN og Treysti stuðla átakinum