Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Nú leygardagin 14.mai kl. 14.00 byrjar sera vælumtókta átakið "Renn fyri Heilsuna", sum Treysti skipar fyri. Hetta átakið er vorðið "heimskent" í Føroyum og hava sera nógv fólk luttikið undanfarnu árini. Endamálið er at fáa fólk út at íðka/røra seg saman við øðrum.

Í ár verður talan um 17 leygardagar í tíðarskeiðnum 14. mai til 10. september. Einasta undantak er á Norðoyastevnu tann 4. juni, tá skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór Renningini, so tað ber til at renna/ganga hvønn leygardag í tíðarskeiðnum.

Í fjør bleiv byrjað kl. 11.00, men nú verður aftur byrjað kl. 14.00. Byrjað verður hvørja ferð frá INTERSPORT í Vágstúni, men málið ferð at skifta millum ymsar stuðlar. Allir luttakarar fáa aftur í ár eitt serligt rennihefti, og har stendur í hvar málið er teir ymisku leygardagarnar.

Í renniheftið fáa øll stempul fyri hvørja ferð tey eru við. Í ár letur INTERSPORT gávukort á kr. 100, kr. 150 og kr. 200 fyri ávikavist 5, 10 og 15 stempul.

Ætlanin er at skifta millum ymiskar rutur hvønn leygardag. Teinarnir verða millum 4 og 6 km langir. Treysti setur skeltið fyri hvønn km á hvørjari rutu, umframt at stóra klokkan kemur at standa har málið er.

Eins og undanfarin ár, so fær hvør einstakur luttakari ein lutaseðil fyri hvørja luttøku. Tann lutaseðilin verður so drigin 10. september. At vinna verða gávukort frá teimum ymisku stuðlunum.

Treysti vónar ta síggja nógvar luttakarar við í tiltakinum í ár, og øll, nær sum fjar, eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Stuðlar í ár eru:
Tryggingarfelagið Føroyar
KBI
Intersport
Reyni Service
EL-IN
Bakaríið hjá Jórun
INN
Hjá Skós

FAST
Eilif Arge Gávubúð