Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Hjá teimum sum hava luttikið í Vetrarkappingini hevur gingist væl. Rebekka vann ruddiligan sigur í opna kvinnubólkinum. Nummar tvey og trý blivu ávikavist Hergerð Heldarskarð og Birna Mohr Joensen. Rigmor N. Arge, sum leingi lá á ørðumplássi, gjøgnumførdi ikki tey seinastu umførini vegna skaða. 

Fyri kvinnuliðið sá byrjanin lovandi út, og vóru heiðursmerkir leingi í kikaranum, men laka undirtøkan í seinnu hálvu av samlaðu kappingini kostaði tíverri heiðursmerkjapláss. Komandi vetur verður Oddvør við í opna kvinnubólkinum. Við Rebekku, Oddvør og einari kvinnu afturat, so eigur liðið at koma á skammilin. Livst so spyrst. Bragdið I vann frammanfyri Hvirlan I og Bragdið II.

Treysti eigur bestu mannligu rennararnar í landinum og burdi tí átt vinnaran í opna bólkinum, men so bleiv ikki. Marnar Djurhuus, sum vann tvey tey fyrstu umførini, hevur verið skaddur síðani áðrenn jól og gjøgnumførdi ikki Vetrarkappingina. Jan Elmar hevur raðfest fyrireikingarnar til OyL høgt, og tí ikki luttikið í nóg nógvum kappingum, sum krevjast fyri at telja við samlað. Julian gekk við brotnari hond áðrenn jól og luttók ikki. Men tá avtornaði varð Julian besti Treysta-rennarin á einum flottum triðaplássi í opna bólkinum eftir Hansen-brøðurnar Andrias og Eirik. Liðið mannað av Julian, Jan Elmar og Heina gjørdist nummar tvey millum Bragdið I og Bragdið II. 

Julian gjørist greiður vinnari í mansunglingabólkinum frammanfyri ein væl rennandi Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni.

Luttøkan úr Treysti hevur í vetur tíverri verið nakað lægri enn undanfarin ár. Ynskiligt er at fleiri rennarar umboða felagið í teimum kappingunum, sum verð fyriskipaðar. Frá at vera dominerandi í Vetrarkappingini er Treysti yvirhálað so dyggiliga av Bragdinum og hevur nú áleið sama luttakaratal sum Roysnið og Hvirlan. Í gentu- og dreingjabólkinum liggur sera væl fyri hjá Treysti, men luttøkan frá hinum feløgunum er alt ov lág.