Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Í fínastu rennilíkindum varð sjeynda umfar av TF Vetrarkappingini avgreitt í Trongisvági leygardagin, har Hvistan var vertur. Turt, eitt fitt lot og sólin sá viðhvørt. Tilsamans 45 rennarar komu á mál.

Vit fingu tveir sera spennandi endaspurtir. Fyrst vóru tað tær báðar Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, sum næstan fóru púra javnar um málstrikuna. Men Oddvør hevði akkurát munin, og fekk kroyst enn ein sigur til hennara søgubøkur.

Hans, Ingi, Oddvør, Maria TF VK7 2017
Hans Sivertsen vann hjá dreingjunum, meðan Oddvør spurtsigraði Mariu. Ingi kom stutt aftaná, og bleiv nr. tvey hjá dreingjunum.

Kappingin hjá monnunum hevur verið spennandi seinastu ferðirnar, men ongantíð so spennandi sum leygardagin. Tab bleiv ein brandhørð kapping millum Hansen-brøðurnar, sum hóast hart tempo, fylgdust allan vegin. Ikki fyrr enn á allarseinastu metrunum fall avgerðin, tá Eirikur Hansen fekk pressað seg fram um bróðurin Andrias Hansen. Hetta var fyrsti sigurin hjá Eiriki í vetur, og hann var fjórði maðurin á ovasta skamli í opna bólkinum. Julian Gregersen hevði tað hart umborð á Smyrli, og ístaðin fyri at vera við í stríðnum um gulli, megnaði hann akkurát at verja bronsuna.

Eirikur Andrias TF VK7 2017
Eirikur Hansen úr Bragdinum gav alt hann átti, og vann sín fyrsta sigur í vetur

Rebekka Fuglø vann enn einaferð tryggan sigur í kvinnukappingini. Hóast eitt hol var ímillum Hergerð Heldarskarð og Birnu Mohr Joensen, sum kappaðust um annað pláss, so var hetta ein beinhørð kapping allan vegin. 28 sekund skiltu tær á málinum.

Nú fótbóltsfeløgini har suðuri hava lagt saman, skuldi man næstan trúð, at vágbingarnir í Bragdinum eisini runnu á heimavølli á Tvøroyri. Í øllum førum eydnaðist tað bæði Hjalmari Sjóvará og Hjalta Gunnarstein at vinna gull. Hesin skrivarin torir ikki reiðiliga at nevna tað heimavallarsigur, men tað var nær við. Hjalmar vann veteranbólkin og Hjalti vann bólkin við superveteranum.

Hjalmar TF VK 7 2017Hjalti TV VK 7 2017
Hjalmar Sjóvará v.m. og Hjalti Gunnarstein h.m. – vágbingarnir sigraðu á heimaoynni

Øll úrslitini síggjast her

Leinkja til myndir:TF VK-7 Trongisvágur (myndir: Jóannes N. Poulsen)

Úrslit TF VK-7 Trongisvágur 11. mars 2017 kl. 10.15

Nr. Tíð Gentur (f. 2001 – 2005)
1 13.24 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
2 13.24 Maria Biskopstø 2002 Treysti
3 16.37 Vibeka Eihilt Sivertsen 2004 Treysti
Nr. Tíð Kvinnur (f. -2000)
1 35.30 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 39.29 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
3 39.57 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
4 41.13 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
5 43.19 Eydna Weihe 1969 Bragdið
6 43.31 Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
7 44.10 Asta Hubeck-Graudal 1980 Bragdið
8 45.23 Petra Weihe Mikkelsen 1974 Roysnið
9 45.24 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
10 47.01 Jónrit Dalsgaard 1974 Bragdið
11 49.00 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
12 49.33 Tina Grønbech Tausen 1980 Hvistan
13 50.35 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
14 51.18 Ingun G. Sørensen 1971 Treysti
15 51.40 Beinta Nygaard 1970 Bragdið
16 52.31 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
17 53.45 Olga Johannessen 1967 Roysnið
18 53.50 Frida Augustinussen 1978 Hvistan
19 54.10 Petry Joensen 1969 Hvistan
20 54.53 Eileen Matras 1971 Treysti
21 57.01 Eileen Bech 1966 Hvistan
Nr. Tíð Kvinnur veteranar (f. 1962 – 1971)
1 39.29 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
2 39.57 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
3 43.19 Eydna Weihe 1969 Bragdið
4 45.24 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
5 49.00 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
6 51.18 Ingun G. Sørensen 1971 Treysti
7 51.40 Beinta Nygaard 1970 Bragdið
8 52.31 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
9 53.45 Olga Johannessen 1967 Roysnið
10 54.10 Petry Joensen 1969 Hvistan
11 54.53 Eileen Matras 1971 Treysti
12 57.01 Eileen Bech 1966 Hvistan
Nr. Tíð Kvinnur superveteranar (f. -1961)
1 50.35 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
Nr. Tíð Dreingir (f. 2001-2005)
1 13.14 Hans Eihilt Sivertsen 2001 Treysti
2 13.37 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
Nr. Tíð Mansunglingar (f. 1996-2000)
1 34.15 Julian Gregersen 1998 Treysti
2 35.04 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
Nr. Tíð Menn (f. -2000)
1 32.02 Eirikur Hansen 1982 Bragdið
2 32.04 Andrias Hansen 1980 Bragdið
3 34.15 Julian Gregersen 1998 Treysti
4 35.04 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
5 35.18 Niels Poulsen 1972 Bragdið
6 35.27 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
7 36.02 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
8 36.22 Heini Gregersen 1964 Treysti
9 36.54 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
10 39.39 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
11 41.17 Hjalti Gunnarstein 1961 Bragdið
12 41.43 Jan Matras 1966 Treysti
13 43.09 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
14 43.12 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
15 44.17 Sverri Eriksen 1974 Bragdið
16 44.58 Hallur Holm 1967 Bragdið
17 45.20 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
18 46.20 Theodor A. Olsen 1958 Treysti
19 48.56 Jóannes Ortind 195 Bragdið
- dns Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
- dns Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
- dns Kári Simonsen 1959 Bragdið
Nr. Tíð Menn veteranar (f. 1962-1971)
1 35.27 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
2 36.02 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
3 36.22 Heini Gregersen 1964 Treysti
4 36.54 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
5 39.39 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
6 41.43 Jan Matras 1966 Treysti
7 43.09 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
8 44.58 Hallur Holm 1967 Bragdið
9 45.20 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
- dns Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
Nr. Tíð Menn superveteranar (f. -1961)
1 41.17 Hjalti Gunnarstein 1961 Bragdið
2 43.12 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
3 46.20 Theodor A. Olsen 1958 Treysti
4 48.56 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
- dns Kári Simonsen 1959 Bragdið