Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2017























Aðrir stuðlar:



Annað





Rebekka Fuglø og Andrias Hansen úr Bragdið sigraðu í opnu bólkunum, tá Treysti í gja´r skipaði fyri 6. umfari av TF Vetrarkappingini á Fossánesi. Teinurin var umleið 8,8km og varð runnið bæði á Borðoynni og Viðoynni. Byrjað bleiv við Skúlan á Fossánesi, síðani bleiv runnið gjøgnum Hvannasunds bygd og so gjøgnum Norðdepli, omanfyri Norðdepli, aftur gjøgnum Hvannasund og so norður aftur til skúlan á mál.

Tað var frammaundan lagt upp til eina spennandi kapping hjá monnunum ímillum Andrias Hansen, Eirik Hansen og Julian Gregersen. Teir tríggir fylgdust í oddinum líka til tað restaði umleið ein kilometur, men tá trektu Hansen-brøðurin frá Julian. Andrias varð tann fyrsti á mál og vann við 30,39 minuttir, bert fimm sekund frammanfyri bróðurin Eirik. Julian setti ferðina niður og kom tryggur á mál á triðjaplássi við 31,25 minuttir. Julian vann samstundis mansunglingabólkin frammanfyri Dánjal D. Ljósheim, sum hevur runnið væl í vetur og gjørdist nummar fýra í opna bólkinum.

786A1314
Julian Gregersen (41), Andrias Hansen (39) og Eirikur Hansen (38) fylgdust heilt leingi

Hjá kvinnunum gjørdi ongin nakað við Rebekku Fuglø, sum vann rættiliga tryggan sigur við 34,19 min. Hálvur minuttir var ímillum nummar tvey og trý, sum gjørdust Hergerð Heldarskarð úr Bragdið við 38,59 min. og Birna Mohr Joensen úr Hvirluni við 38,59 min.

786A1275
Rebekka vann hjá kvinnum og Hjalmar Sjóvará (10) vann veteranbólkin frammanfyri Jóhan (hómast aftanfyri Hallur) og Hallur

Í veteranbólkinum hjá monnum varð tætt í oddinum, men vinnari bleiv Hjalmar Sjóvará við 34,14 min. frammanfyri Jóhan E. Simonsen og Hallur Holm við ávikavist 34,21 min. og 34,2 min. Hjá veterankvinnunum vann Hergerð Heldarskarð við 38,29 min. frammanfyri Birnu M. Joensen við 38,59 min. og Eydnu Weihe við 42,31 min.

786A1289
Hergerð hevur víst góðan form í vetur og vann veteranbólkin frammanfyri Birnu, sum hómast beint aftanfyri aftanfyri

Hjá superveteranmonnum vann Páll Vesturbú frammanfyri Kára Simonsen og Theodor A. Olsen og hjá kvinnunum var tað Sunneva Olsen, sum kom fyrst á mál frammanfyri Annu Sofíu Kristiansen og Jóngerð Herup Olsen.

786A1293
Páll Vesturbú sigraði í superveteranbólkinum

786A1351
Sunneva Olsen vann sín superveteranbólk

786A1213
Oddvør Josephsen vann gentubólkin hesuferð frammanfyri Mariu Biskopstø og Rutt Gregersen

786A1180
Hans Erland Thomsen (12) vann dreingjabólkin frammanfyri Hans Sivertsen (9) og Inga Johannesen (32)

Niðanfyri eru myndir av heiðursmerkjavinnarunum á Fossánesi í dag.

786A1439
Gentur: Oddvør Josehpsen og Rutt Gregersen. Maria Biskopstø væntar á myndini

786A1441
Dreingir: Hans Sivertsen, Hans Erland Thomsen og Ingi Johannesen

786A1443
Mansunglingar: Dánjal D. Ljósheim og Julian Gregersen

786A1446
Superveterankvinnur: Anna Sofía Kristiansen, Sunneva Olsen og Jóngerð H. Høgnesen

786A1449
Superveteranmenn: Kári Simonsen, Páll Vesturbú og Theodor A. Olsen

786A1451
Veterankvinnur: Birna M. Joensen, Hergerð Heldarskarð og Eydna Weihe

786A1454
Veteranmenn: Jóhan E. Simonsen, Hjalmar Sjóvará og Hallur Holm

786A1457
Kvinnur opin bólkur: Hergerð Heldarskarð, Rebekka Fuglø og Birna M. Joensen

786A1462
Menn opin bólkur: Eirikur Hansen, Andrias Hansen og Julian Gregersen

Næsta umfar verður suðuri í Trongisvági komandi leygardag og tá byrjar renningin kl. 10.15.

Myndirnar hevur Jóannes N. Poulsen tikið. Leinkja til fleiri myndir er her: TF VK- Fossánes 2017

Øll úrslitini frá Fossánesi síggjast her niðanfyri.

Gentur (f. 2001 – 2005)
1 12.45 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
2 13.19 Maria Biskopstø 2002 Treysti
3 13.57 Rutt Gregersen 2001 Treysti
4 15.15 Vibeka Eihilt Sivertsen 2005 Treysti
Kvinnur opin bólkur (f. -2000)
1 34.19 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 38.29 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
3 38.59 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
4 40.08 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
5 41.10 Sigrun Kallsoy Kristiansen 1989 Bragdið
6 42.11 Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
7 42.31 Eydna Weihe 1969 Bragdið
8 42.51 Asta Hubeck-Graudal 1980 Bragdið
9 43.43 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
10 43.55 Petra Weihe Mikkelsen 1974 Roysnið
11 45.33 Jónrit Dalsgaard 1974 Bragdið
12 46.04 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
13 47.08 Ingun Sørensen 1971 Treysti
14 48.11 Anna Margit Thomsen 1989 Bragdið
15 48.45 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
16 50.22 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
17 50.40 Anna Sofía Kristiansen 1960 Bragdið
18 51.04 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
19 52.27 Eileen Matras 1971 Treysti
- dns Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
Kvinnur veteranar (f. 1962 – 1971)
1 38.29 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
2 38.59 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
3 42.31 Eydna Weihe 1969 Bragdið
4 43.43 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
5 46.04 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
6 47.08 Ingun Sørensen 1971 Treysti
7 50.22 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
8 52.27 Eileen Matras 1971 Treysti
- dns Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
Kvinnur superveteranar (f. -1961)
1 48.45 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
2 50.40 Anna Sofía Kristiansen 1960 Bragdið
3 51.04 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
Dreingir (f. 2001-2005)
1 12.15 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
2 12.17 Hans Eihilt Sivertsen 2001 Treysti
3 12.50 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
Mansunglingar (f.1996-2000)
1 31.25 Julian Gregersen 1998 Treysti
2 33.48 Dánjal D. Ljósheim 2000 Hvirlan
Menn opin bólkur (f. -2000)
1 30.39 Andrias Hansen 1982 Bragdið
2 30.44 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
3 31.25 Julian Gregersen 1998 Treysti
4 33.48 Dánjal D. Ljósheim 2000 Hvirlan
5 34.14 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
6 34.21 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
7 34.36 Hallur Holm 1967 Bragdið
8 35.36 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
9 36.03 Heini Gregersen 1964 Treysti
10 36.21 Jonhard Larsen 1966 Treysti
11 37.47 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
12 39.07 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
13 39.21 Jan Matras 1966 Treysti
14 39.43 Kári Simonsen 1959 Bragdið
15 40.04 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
16 40.50 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
17 43.38 Bogi Bjarnason 1974 Treysti
18 44.48 Sverri Eriksen 1974 Bragdið
19 45.39 Theodor A. Olsen 1958 Treysti
Menn veteranar (f. 1962-1971)
1 34.14 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
2 34.21 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
3 34.36 Hallur Holm 1967 Bragdið
4 35.36 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
5 36.03 Heini Gregersen 1964 Treysti
6 36.21 Jonhard Larsen 1966 Treysti
7 37.47 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
8 39.21 Jan Matras 1966 Treysti
9 40.04 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
10 40.50 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
Menn superveteranar (f. -1961)
1 39.07 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
2 39.43 Kári Simonsen 1959 Bragdið
3 45.39 Theodor A. Olsen 1958 Treysti