Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Nanna Boholm, Rebekka og Karina Klok á sigursskamlinum eftir 800m

Rebekka gjørdi bart í DMU og vann báðar sínar rennikappingar. Leygardagin vann hon 1.500m teinin. Fýra gentur vóru til start. Tvær í bólkinum 18-19 ár, sum Rebekka luttekur í og tvær í bólkinum 20-22 ár.


Tær eru júst byrjaðar uppá 1.500m. Rebekka í grønum Vejle IF búna
 

Rebekka legði seg tíðliga á odda og har lá hon allan vegin. Marie Munk Jacobsen (20-22 ár) frá Århus 1900 fylgdi henni teir fyrstu 1.000 metrarnar, men so dróg Rebekka frá henni og vann trygt. Tíðin hjá Rebekku bleiv 4.47,50 min. sum er væl runnið, serliga við atlitið til, at Rebekka førdi allan samlan vegin. Marie bleiv næst á mál við 4.51,34 min. Nummar trý bleiv Sofie Lau úr Odense við 5.10,58 min. Hon rann í sama bólki sum Rebekka.


Marie Munk Jacobsen kláraði at fylgja Rebekku einar 1.000 metrar

Vinnaratíðin hjá Rebekku, 4.47,50 min. varð samstundis besta tíð á 1.500 m teininum av øllum
 gentum í øllum bólkum til hetta DMU!

Rebekka við gullheiðursmerkinum eftir 1.500m


Sunnumorgunin var so 800m á skránni. Her vóru tær fimm gentur til start, og runnu tær aftur hesuferð saman við teimum 20-22 ára gomlu, sum vóru tríggjar. Rebekka setti á Oyggjaleikunum føroyskt met við 2.19,07 min. og var eitt av málunum hjá henni at betra hesa tíðina.


Líkindini at renna 800m vóru sera góð

Hon legði varliga út, men longu eftir 150 metrar var hon á odda. Fyrru 400m rann hon uppá 68 sekund, sum var sera passandi útlegg. Hon var tá framvegis á odda við fýra av hinum gentunum tætt aftanfyri. Men beint eftir 400m byrjaði Rebekka at fara frá teimum. 


Rebekka byrjar at renna frá hinum eftir 400m. Her við Karinu Klok í hølunum

Eftir 500m metur var hon klárt á odda, og eftir 600m var munurin øktur nógv. Hendan munin helt hon, og varð næstan trý sekund frammanfyri næstu gentu á mál, sum var Simone Glad (20-22 ár) úr Odense við 2.21,11 min. Triðja genta á mál var Marie Munk Jacobsen (20-22 ár) úr Århus við 2.23,05 min. Úrslitið í bólkinum hjá Rebekku bleiv:

1. 2.18,32 Rebekka Fuglø, Vejle IF (før. met)
2. 2.24,33 Nanna Boholm, Aalborg AM
3. 2.26,67 Karina Klok, Amager AC
4. 2.32,89 Line Køhlert, Viking Atletik
5. 2.46,66 Michelle Kulby, Aabenraa IG


Tær koma á mál og Rebekka er klárt á odda !

Rebekka gjørdist sostatt, aftur hetta vikuskitið, tvífaldur danskur meistari á 800m og 1.500m í bólkinum 18-19 ár. Í vár varð hon eisini tvífaldur meistari innandura í 800m og 1.500m.

Vit ynskja Rebekku hjartaliga tillukku við donsku meistaraheitunum.

Fleiri myndir frá DMU 2011 eru at finna HER