Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Tað gekk eisini sera væl hjá Rebekku á 800m í Pallas Spelen. Hjá Marnari gekk minni væl, tí hann og ein annar rennari stoyttu saman eftir 700m, har Marnar varð óheppin at detta, bleiv liggjandi eina løtu og gjøgnumførdi tí ikki.


Ein glað Rebekka eftir at hon hevur sett nýtt føroyskt innandura met á 800m

Tað vóru tríggir riðilar hjá kvinnum á 800m og var Rebekka komin í besta riðilin, saman við fýra donskum og einari svenskari kvinnu. Málið var at renna 2.20 min. og tí skuldi hvørt umfar rennast uppá 35 sekund. Fyrstu tvey umførini blivu runnin sum ætlað, uppá 1.10 min. og hann hon tá á sætta plássi, beint aftanfyri Alexandru Johansen og Karinu Klok úr Danmark. Hinar tríggjar lógu eini 4-5 sekund frammanfyri. 


Her fara tær út á seinasta umfar. Katrine á triðjaplássi fer um málstrikuna,
frammanfyri Alexandru, Karinu og Rebekku, sum kemur hálv undan Karinu

Triðja umfar bleiv runnið uppá 37-38 sekund, sum var eitt sindur seinni enn ætlað, men raðfylgjan var framvegis tann sama. Rebekka var tá 8 sekund aftanfyri donsku Katrinu Reinholdt á triðja plássi. Men á seinasta umfari setti Rebekka, eins og á 1.500m dagin fyri, ferðina upp og fór skjótt framvið við Karinu og síðani Alexandru, og tá hon kom á mál var hon einans tvey sekund aftanfyri Katrinu á triðjaplássi. Tíðin hjá Rebekku bleiv 2.20,68 min. sum er nýtt føroyskt innandura met fyri kvinnur og samstundis bólkamet. Enn ein sera væleydnað rennikapping hjá Rebekku. Hjartaliga tillukku við nýggja metinum!


Rebekka, sum hevur runnið seg fram á fjóðrapláss, er her á veg á mál

Marnar royndi seg á 800m saman við monnunum, tí tað var ongin 800m fyri dreingir 16 ár. Her vóru seks riðilar og var Marnar komin í fjórðbesta riðilin. Hann hevði sett sær sum mál, at renna umleið 2.02 min. og helst hava undir 58 sekund eftir tvey umfør, men tað var skjótt greitt, at tær tíðirnar fóru ikki at halda. Fyrsta og næsta umfar bleiv runnið uppá 62 sekund, og lógu teir fimm rennararnir rættiliga javnir við Marnari á fjórðaplássi. Skuldu 2.02 min. røkkast, var kravið at seinastu tvey umførini blivu runnin uppá 60 sekund. Tá teir fóru út á seinasta umfar, var Marnar á fimtaplássi og vísti tíðin hjá honum 1.34,5 min. og tá varð greitt at tað bleiv trupult at røkka málinum. Men so kom dramatikkur uppí! Teir renna framvegis rættiliga tætt saman, og rennur Marnar seg fram á fjórðapláss eftir einar 650 m. Beint áðrenn teir byrja uppá seinastu 100 metrarnar, kemur rennarin, sum Marnar júst hevur yvirhálað, at renna saman við Marnar, og endar tað við at Marnar dettur og má tíverri gevast!


Marnar kemur framvið málinum á fjórðaplássi eftir fyrsta umfar

Slíkt hendir tíverri av og á. Men tað er trupult at sleppa undan tílikum, tá menn renna so tætt saman, sum tað bleiv í riðilinum hjá Marnari. Vinnaratíðin fyri riðilin bleiv 2.04,36 min. Sera synd fyri Marnar, sum hevur vant dúgliga í vetur og er væl fyri. Men hent er hent, tað fær ein onki gjørt við, og tí er bert at síggja frameftir við góðum treysti!

Næsta stóra uppgávan hjá Rebekku og Marnari verður innandura DM fyri ung, sum verður í Skive fyrsta vikuskiftið í mars.