Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin var Rebekka einasta føroyska umboðið í NM í lendisrenning, sum bleiv hildið í Reykjavík. NM í lendisrenning er ein av fáu møguleikunum, sum íðkarar í frælsum ítrótti, hava at umboða "Merkið". Kappingin verður hildin á hvørjum árið í einum av norðanlondunum í november. 

Seinasta ár vóru tað Oddvør og Maria, sum luttóku í juniorbólkinum. Í ár var tað so Rebekka, sum luttók í senior-bólkinum. Rebekka hevur runnið væl síðani í summar og tí var spennandi at fylgja henni í NM. 

At renna lendisrenning ímóti nøkrum av bestu kvinnum i hinum norðurlondum er ein torfør uppgáva, men Rebekka rann væl - sera væl. Teinurin hjá kvinnunum var umleið 1,5 km, sum skuldi rennast fimm ferðir tvs. 7,5 km íalt. Sum væntað so vóru tær fýra norsku og svensku vóru allar frammanfyri, men Rebekka megnaði at blíva frammanfyri eina danska, og stutt aftanfyri tað bestu finsku og frammanfyri allar tær íslendsku og kom á mál, sum nummar trettan.

Tíðin hjá henni bleiv 30.09 (5.41,6.07,6.09,6.09,5.53). Vinnari gjørdist danski OL-rennarin Anna Emilie Møller.

Øll úrslitini eru at finna her: NM Lendisrenning 2018

Á heimasíðuni hjá íslendska sambandinum fyri frælsan ítrótt finnist eitt myndasavn: 

NM Lendisrenning 2018

Myndirnar niðanfyri hevur Rigmor N. Arge tikið.