Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





27. juli var sum vant Ólavsøkudagsrenning á skránni, og hetta hóskvøldið var veðrið av tí allarbesta við stilli og sól. Tað vóru ikki eins nógvir rennarar tilmeldaðir, sum vanligt, men ein rúgva av tilmeldingum á staðnum gjørdi at luttakaratalið var so nøkulunda. Talið av børnum í yngru flokkunum var heilt stórt.

Hjá monnunum gjørdist talan um kapping millum Julian Gregersen og Andrias Hansen. Á øðrum umfari fekk Julian hol, og sá út til at avgera tíðliga. Andrias treiskaðist tó, og Julian slapp ongantíð langt undan. Heldur var tað Andrias, sum hevði hug at minka viðhvørt, so spenningurin var varvðeittur til heilt móti endanum. Heilt spennandi bleiv tó ikki, og Julian vann aðru Ólavsøkurenning á rað. Gleðilit var eisini at síggja unga Gunnar Sivertsen renna kapping fyri Treysti aftur, og hann endaði á einum flottum 6.plássi. Nakrir veteranar runnu eisini og teir runnu sum heild væl.

Julian og Andrias ólavsøka 2017
Julian Gregersen fór tíðliga undan, men mátti arbeiða hart fyri at Andrias Hansen ikki fangaði hann aftur (mynd: Bragdið/Absalon Hansen)

71 menn komu á mál og topp 10 og Treysti-úrslitini síggjast her:

01. 16.48 Julian Gregersen, Treysti
02. 16.53 Andrias Hansen, Bragdið
03. 17.15 Eirikur Hansen, Bragdið
04. 17.17 Henry Olsen, Bragdið (nr. 1 veteranar)
05. 17.49 Martin Gravesen, Bragdið (nr. 2 veteranar)
06. 18.13 Gunnar Sivertsen, Treysti
07. 18.37 Sam Vang, Bragdið (nr. 3 veteranar)
08. 18.39 Regin Mittún, Bragdið
09. 18.43 Uni Svabo Joensen, Frælsi
10. 18.45 Jónálvur Johannesen,
14. 19.11 Heini Gregersen, Treysti
16. 19.26 Jonhard Larsen, Treysti
35. 21.17 Borgar Biskopstø, Treysti
39. 21.45 Guttorm Sørensen, Treysti
43. 22.36 Júst í Túni, Treysti

Rebekka ólavsøka 2017

Hóast Rebekka Fuglø var favorittur at vinna kvinnukappingina, var sjálvandi spennandi at síggja, hvat tveir fyrrverandi stórrennarar megnaðu, eftir at tær hava verið burturi nøkur ár. Bæði Valborg Heinesen og Joan Bláfoss, sum báðar áður lættliga hava runnið 5 km undir 18 minuttir, hava verið burturi frá renningini vegna barsil.

Tað var tó unga Oddvør Josephsen, sum pressaði Rebekku mest fyrstu kilometrarnar. Men sum tíðin gekk, sást at Joan Bláfoss helst hevði timað sína renning betur, og spakuliga kom hon fram á og fram um Oddvør. Eisini Valborg sá út til at hava timað renningina væl, og nærkaðis alsamt Oddvør, sum tó akkurát megnaði at halda Valborg á fjórðaplássinum. 19 kvinnur komu á mál og í topp 10 bleiv hetta raðfylgjan:

01. 18.36 Rebekka Fuglø, Treysti
02. 19.18 Joan Bláfoss
03. 19.47 Oddvør Josephsen, Treysti
04. 19.51 Valborg Heinesen, Bragdið
05. 20.42 Beinta Hoydal, Bragdið (nr. 1 veteranar)
06. 20.55 Hergerð Heldarskarð, Bragdið (nr. 2 veteranar)
07. 21.54 Ann-Mari av Skarði, Bragdið
08. 23.47 Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið
09. 23.52 Marita Hansen, Bragdið
10. 24.59 Heidi Jógvansdóttir, Bragdið

Joan og Valborg eru nú á veg í form aftur, og sera spennandi verður at síggja, um tær aftur fara at røkka tí nær støðinum, tær høvdu áður.

Nøkur børn úr Treysti luttóku eisini og tey stóðu seg rættiliga væl. Øll úrslitini síggjast á hesi slóðini.
Myndir eru at finna í myndasavninum.