Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygarmorgunin bleiv 8. og seinasta umfar í BETRI Vetrarkappingini hilidð í Runavík. Kappingin var samstundis FM í 10 km. Út frá veðurforsøgnunum gjøgnum vikuna frammanundan, so kundi væntaast alt møguligt, men tá avtornaði varð veðrið bara heilt hampuligt. Eitt køli høgættarlot, sum gjørdi at rennararnir fingu mótvind tá teir runnu inneftir kei'ini og undanvind, tá runnið bleiv úteftir móti málinum. Góðir 50 rennarar luttóku.

Rebekka hevði luttikið í fýra umførum frammanundan og mátti gjøgnumføra kappingina leygardagin, um hon vildi vinna samlaðu kappingina. Hon hevði verið sjúk uppundir kappingina, men hon lat tó ongan iva verða um hvør ræður í føroyskari kvinnurenning í løtuni. Hon vann tryggan sigur við 40.25 min. Hon bleiv sostatt føroyameistari og samlaður vinnari í vetrarkappingini hjá kvinnum við 5 sigrum í 5 kappingum. Á øðrum- og triðjaplássi komu ávikavist Marita Andrasardóttir við 41.08 min. og Hergerð Heldarskarð við 43.57 min. Hetta bleiv eisini endaliga raðfylgjan í vetrarkappingini hjá kvinnum. 

Einar hevði longu tryggja sær samlaða sigurin í vetrarkappingini undan renningini leygardagin og tí bleiv hansara mál fyri dagin og tryggja sær FM-heitið í 10 km. Veðrið gjørdi sítt til at talan bleiv um eina ógvuliga taktiska renning. Útleggið var spakuligt og blivu tað Einar, Ragnar Rasmussen, Hanus í Horni Nielsen, Sam Vang og Henry Olsen, sum eftir næsta umfar høvdu lagt seg á odda. Sam gjørdi eina roynd miðskeiðis í kappingini, at slita seg leysan, men hinir fingu hann allir skjótt aftur undantikið Ragnar, sum misti takið í oddinum. Tá teir fóru undir seinasta kilometur løgu teir fýra púra javnir. Tá tað restaðu nakrir hundrað metrar bleiv tað, eins og á Fossánesi, til eina spurtuppgerð ímillum Einar og Hanus. Aftur hesuferð var tað Einar sum vann og bleiv hann sostatt bæði føroyameistari og vinnari av vetrarkappingini.

Tíðirnar hjá teimum blivu 37.20 min. og 37.21 min. Sam bleiv nummar trý við 37.36 min. og Henry nummar fýra við 37.42 min. Ragnar misti nakað og kom á mál við 38.57 min.

Í samlaðu vetrarkappingini  vóru tað Einar, Ragnar og Sam á teimum fremstu plássunum.

Vibeka var einsamøll genta og rann hon teir 5 kilometrarnar uppá 21.09 min. sum er ein góð tíð eftir umstøðunum. Vibeka vann eisini samlaðu vetrarkappingina fyri gentur.

Heini bleiv nummar fýra í veteranbólkinum við 40.28 min. bert 14 sekund frá triðjaplássi. í samlaðu vetrarkappingini bleiv tað eisini til eitt fjórðapláss.

Borgar tryggjaði sær FM bronsuheiðursmerkið í superveteranbólkinum við 45.16 min. og eitt samlað annaðpláss í vetrarkappingini. 

Gunnar bleiv føroyameistari í superveteranbólkinum við 52.10 min. og vann eisini samlaðu vetrarkappingina.

Í liðkappingini hjá monnum lá Treysti (Einar, Heini og Steffan) á odda undan seinasta umfari, men Steffan fekk ikki runnið vegna skaða, og tíbetur høvdu vit ein góðan fjórðamann í Borgar, sum hjálpti liðnum at blíva nummar tvey við 844 stigum, bert 9 stig aftanfyri Bragdið við 853 stigum og 25 stig frammanfyri Roysnið við 819 stigum og 31 stig frammanfyi Hvirluna við 813 stigum. 

Einar, Heini og Vibeka vóru so mikið ófør at luttaka í vetrarkappingini, at tey ognaðu sær tað siðbundna páskaeggið, sum verður latið teimum, sum hava luttikið í øllum átta umførunum.

Øll úrslitini eru at finna her: https://www.webscorer.com/race?raceid=173708

og myndir eru at finna her: Várkappingin 2019

Kringvarpi Føroya vísti hetta innslagið í Ítróttarsendingini:  3-2 mánakvøldið 25. mars 2019

Treysti ynskir tykkum hjartaliga tillukku og takkar øllum fyri luttøkuna í BETRI Vetrarkappingini 2018/19.