Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað





Treysti hevur fingið sín fysta danska meistara

Um vikuskiftið er DM í frælsum ítrótti hildið á Odense Atletikstadion. Rebekka Fuglø og Oddvør Josephsen fóru úr Føroyum at luttaka og harumframt luttók Maria Biskopstø, sum er byrjað á Vejle Idrætsefterskole.

Rebekka luttók í 800m, 1.500m og 5.000m, meðan Oddvør og Maria runnu 400m.

1.500m
Fyrsta kapping var leygardagin kl. 13.45 tá 1.500m skuldu rennast. 11 kvinnur vóru til byrjan og av teimum hevði Rebekka fjórðbesta persónliga met. Men tá talan er um meistaraskap, so er tað ikki persónliga metið sum telur. Rebekka hevur neyvan verið í betri grundformi nakrantíð og tí bleiv spennandi at fylgja serliga hesari kappingini. 

Kappingin um DM er altíð hørð og favorittar var vóru m.a. Anna Mark Helwigh (Sparta) og Maria Larsen (Sparta), sum báðar eru á danska landsliðnum og so norska Julie Mathiesen (AGF). Longu eftir fyrsta umfar vóru tað júst hesar tríggjar umframt Louise Høj Jensen úr AGF og Rebekku, sum løgdu seg greitt á odda. Julie lá á odda til tað restaðu 300 metrar. Tá fór Anna Mark framvið henni, men Rebekka, sum lá á triðjaplássi, gjørdi ikki mætari enn at fara framvið teimum øllum tá einir 250 metrar vóru eftir og legði seg greitt á odda við einum rimmar spurti, sum helt heilt á mál. Tað var heilt fantastiskt at sígga endaspurtin hja henni. Seinasta umfar rann hon so mikið skjótt, at tað rakk eisini til føroyskt met og fyri fyrstu ferð rann Rebekka undir 4.30 uttandura. Tíðin var 4.29,62 min. Fyri tey sum hava áhuga fyri millumtíðum, so vóru tær: 300m (53,0), 700m (2.07,2-74,2), 1100m (3.24.4-77,2) og so 1500m (4.29,62-65,2!).

Ein stórur dagur fyri Rebekku, men eisini fyri okkum í Treystinum. Sera, sera væl runnið og hjartaliga tillukku við DM-heitinum Rebekka. Smb. keldum í Vejle IF, so hetta fyrstu ferð ein kvinna vinnur DM í hesi grein, fyri felagið.

400m
Næsta kapping var 400m hjá Oddvør og Mariu, sum mangan hava luttikið í DM fyri ung, men nú fyri fyrstu ferð skuldu royna seg í DM fyri vaksin.
Tær hava báðar runnu ávikavist 60,32 og 60,37 fyrr í summar. Maria rann í fyrra riðlinum og kom næst á mál við 61,07 sek. Oddvør var komin í betra riðilin við átta rennarum og bleiv hon nummar átta við 62,25 sek. Men tað skal tó nevnast, at Oddvør lá fepuri beint áðrenn tær fóru til DM og tað hevur heilt vist ávirkað renningina hjá henni. Men væl runnið av teimum báðum kortini.

800m innleiðandi
Góðar tveir tímar eftir meistaraheitið í 1.500m, so skuldi Rebekka renna innleiðani umfar í 800m. 15 kvinnur í tveimum riðlum, skuldu kappast um átta finalupláss. Hon kom í fyrra riðilin, har hon lættliga gjørdist nummar tvey við tíðini 2.16,55 min. og harvið finalupláss dagin eftir.

800m finala
Sunnudagin kl. 13.00 vóru tær átta kvinnurnar klárar. Harímillum var favoritturin og OL-luttakarin Anna Emilie Møller (Blovstrød Løverne). Fyrra umfar bleiv runnið uppá 65-66 sek. og lógu tær sera javnar. Tá tað restaðu góðir 200m byrjaði ferð at koma á við Rebekku á fimtaplassi. Tá tær komu inn á teir seinastu 100m legði Anna Emilia seg á odda og helt á mál. Rebekka, sum má hava følt gjárdagin í beinunum, megnaði at halda sítt fimtapláss og rann sína næstbestu tíð nakrantíð á teininum. Tíðin varð so góð sum 2.11,76 min. Vinnarin hevði 2.09,67 min. og bronsuheiðursmerkið bleiv vunnið við 2.10,99. Aftur sera væl runnið av Rebekku.

5.000m
Bert 45 minuttir eftir hon var komin á mál í 800m finaluni, skuldi Rebekka renna 5.000m, sum hon vildi gjarna renna undir 18 minuttir. Hetta var hennara fjórða kapping í eitt døgn, so tað skuldi gangast sera væl um tað skuldi náðast. Tað gjørdi tað næstan tí hon rann teinin uppá 18.08,57 min. sum er nýtt persónligt met hjá henni. Hon bleiv nummar 11 av 15 kvinnum.

Á hesi leinkjuni er innslag, sum var í ítróttarsendingini "3-2" hjá KVF:
Rebekka Fuglø er danmarkarmeistari

Myndirnar niðanfyri eru læntar frá www.dansk-atletik.dk. Tíverri funnu vit onga mynd av Oddvør.

Hetta skriva Vejle IF á heimasíðu síni um avrikið hjá Rebekku: 

Rebekka Fuglø dansk seniormester på 1.500m