Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Leygardagin 15. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmarathon kapping í Eysturoy. Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini. Hon er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.

Veðrið avgerandi
Um tað viðrar, verður kappingin fyriskipað leygardagin 8. januar. Er veðrið ikki til vildar leygardagin, verður kappingin flutt. Endalig støða verður tikin fríggjakvøldið og kunngjørd á athletics.fo.

Seinasta ár mátti renningin útsetast tvey vikuskiftir orsakað av veðrinum og førinum.


Frá startinum seinasta ár, tá nógvur mótvindur var

Rutan
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei.

Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið.

Bert fyri vaksin
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1996 ella fyrr.

Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur/Menn (f. -1996)
-Veteranar (f. 1956-65)
-Superveteranar (f. -1955)

Byrjað verður kl. 11
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.

Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan midnátt fríggjakvøldið 7. januar. Til ber eisini at melda til við startin kl. 10.45 kappingardagin.

Luttøkugjaldið, sum er kr. 50,-, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.

Úrslitið frá 2010 eru at finna HER.


Jón og Theodor


Hesi munnu halda tað vera gott at liggja aftanfyri í mótvindinum


Hendan kom væl við á málinum á Tofta kei