Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk:
05.06.2021 Føroya Bjór renningin (Útsett)
06.06.2021 Tórshavn Maraton (Útsett)
12.06.2021 Silvarenningin (børn)
19.06.2021 3. Betri Stórkapping
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 12. Juni 2021



NS hálvmaraton Klaksvík 2021
leygardagin 8. mai



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Føroya Bjór Renningin 5. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Aftur í 2021 skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Treysti hevur høvuðsstuðul, sum er Norðoya Sparikassi, og tí verður heitið á kappingini: NS hálvmaraton Klaksvík 2021



FM HÁLVMARATON, NS HÁLVMARATON, NS STUÐULSSRENNING OG BARNARENNING VERÐUR LEYGARDAGIN 8. MAI 2021 Í GØTUNUM Í KLAKSVÍK. STARTUR OG MÁL UTTANFYRI HØVUÐSDEILDINA HJÁ NORÐOYA SPARIKASSA OG ØLL VÆLKOMIN AT RENNA VIÐ.

Treysti skipar í ár fyri NS hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km. 

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5 km stuðulsrenning (Alzheimerfelagið) og barnarenning.

Startur og mál verða á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda. 

Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt "Lítla Eið", sum er góðar 400m.

Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein. 

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2004 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað 
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 14.00. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

Billede:  

Bólkar:
Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:
- Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2004)
- Menn og kvinnur veteranar (f. 1966-1975)
- Menn og kvinnur superveteranar (f.1956-1965)
- Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1955

Billede:

Í NS hálvmaraton Klaksvík 2021 verður kappast í hesum bólkum:
- Menn & Kvinnur B17-29 (1992-2004)
- Menn & kvinnur B30-39 (1982-1991)
- Menn & kvinnur B40-49 (1972-1981)
- Menn & kvinnur B50-59 (1962-1971)
- Menn & kvinnur B60-69 (1952-1961)
- Menn & kvinnur B70+    (1951 ella fyrr)

Billede:


Í 5 km Motiónsrenning verður kappast í hesum bólkum:
- Menn/kvinnur (f. 1976-2009)
- Menn/kvinnur veteranar (f. 1966-1975)
- Menn/kvinnur superveteranar (f.-1965)

Billede:

Í Barnarenningini verður kappast í hesum bólkum:
- Gentur/Dreingir -7 (f.2014 ella seinni)
- Gentur/Dreingir -10 (f.2011-2013)
- Gentur/Dreingir -13 (f.2008-2010)
 

Kostnaðurin fyri at luttaka:
NS hálvmaraton Klaksvík 2020 er kr. 300,-
NS Motiónsrenning er kr. 100,- 
NS Barnarenning er kr. 50,-

Billede:

Renniblusa (hálvmaraton)
Tey sum melda til og hava goldið innan sunnukvøldið 18. apríl á miðnátt fáa eina renniblusu.
Gevið gætur: Renniblusan er bert galdandi fyri NS hálvmaraton.

Billede:

Heiðursmerkir og handan
Øll sum gjøgnumføra NS hálvmaraton Klaksvík 2021 fáa serligt heiðursmerki.
Nummar 1, 2 og 3 í øllum hinum kappingunum og bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið so skjótt úrslit eru klár.

Billede:


Tilmelding
Melda til á www.fif.fo (síðsta freist ONLINE er kl. 22.00 fríggjadagin 7. mai 2021). 
Leinkja til tilmelding til NS hálvmaraton er her
Leinkja til tilmelding til NS Motiónsrenning er her
Leinkja til tilmelding til NS Barnarenning er her

Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum. 

Til 5 km motiónsrenning og barnarenning kann meldast í Norðoya Sparikassa í seinasta lagi kl. 13.00 á rennidegnum.

Billede:  

Startnummar
Avheintað startnummar frá kl. 12.00 í deildini hjá Norðoya Sparikassa (beint við startin) í Klaksvík 8. mai og áðrenn kl. 13.30. Barnarenningin áðrenn kl. 13.00.

Umklæðing
Heitt verður á allar luttakarar, orsakað Korona, um at skifta heimanífrá.

Korona
Nýggjastu korona-tilmælir verða fylgd