Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Náttarrenning leygarkvøldið


Heri, Andras og Jón vóru væl nøgdir við fyrstu Náttarrenningina

Treysti royndi á fyrsta sinni, at skipa fyri Náttarrenning í smb. við Tunnilsdagin 27. februar í ár. Síðani tá er skipað fyri Náttarrenning í smb. við hinar báðar tunnilsdagarnar, sum vóru 1. mai og 25. september.

Nú er aftur Tunnilsdagur á skránni leygardagin 11. desember, og í tí sambandi skipar Treysti fyri seinastu Náttarrenning í ár.

Runnið verður kl. 22.00 frá Svimjihøllini. Teinurin, sum rennast/gangast skal, er einar 5 kilometrar. Farið verður frá Svimjihøllini, út móti Norðoyri at venda og sama veg heimaftur. Runnið verður m.a. eftir gøtuni út í Grøv og aðrastaðni har ongin gøtuljós eru, og tí mugu luttakararnir hava pannulykt og endurskinsvest.

Eftir renningina er møguleiki hjá luttakarunum at sleppa í Svimjihøllina í sauna, heilsukliva og brúsubað. Startnummarið gevur ókeypis atgongd til Svimjihøllina, um ein hevur hug til tað. Talan verður ikki um rennikapping. Í Svimjihøllini verður frukt, okkurt leskandi og annað gott til luttakararnar aftaná renningina.

Tilmelding fer fram í Svimjihøllini frá kl. 21.00, og kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 100.

Leinkja til myndir á Norðlýsið frá fyrstu Náttarrenningini er her.