Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Tað gekk væl hjá Treysti í FM í ½-marathon í góðveðrinum í Havn leygardagin. 6 FM-heiðursmerkir komu við norður aftur. Púra óvæntað bleiv tað tann bert 16-ára gamli Marnar í gjørdist føroyameistari.

55 rennarar vóru til start kl. 16.00 á Bursatanga, harfrá runnið verður runt Café Nátúr og út til Tyrlupallin at venda fimm ferðir. Málið er eisini á Bursatanga. Líkindini vóru av teimum allar, allabestu. Bert eitt lítið og hartil lýtt, so útlitini fyri góðari kapping og góðum tíðum vóru av teimum allarbestu. Hetta var seinasti møguleiki fyri tey íð ætlaðu at klára kravtíðina til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight í summar.


Renningin er júst sett í gongd (mynd: Árni Jacobsen)

Marnar var "bestiltur" at vera hara, einar 10-12 kilometrar, fyri teir í fóru eftir at klára Oyggjaleikakravið, sum er 1.14.41 fyri menn. Tað skuldi gangast sera væl um hetta skuldi náast, og vóru Gutti, Sam Vang og Henry Olsen bestu boð at klára hetta.


Café Nátúr er rundað beint eftir startin (mynd: Árni Jacobsen)

Marnar skuldi renna teir fyrstu 10 kilometrarnar so tætt uppá 35 minuttir sum gjørligt. Hetta megnaði hann til fulnar. Tá vóru tað bert Sam og Gutti í fylgdu honum, men tá mátti Gutti tíverri seta ferðina niður og sleppa teimum. Beint áðrenn bleiv avtalað millum Gutta og Marnar, at Marnar, um hann hevði hug og orku, kundi halda á við kappingini, og tað vildi hann.

 
Marnar, Gutti og Sam runda Café Nátúr eftir góðar 4 kilometrar (mynd: Árni Jacobsen)

Hareftir var tað bert Sam í megnaði at fylgja Marnari og teir runnu sera væl restina av teininum. Ferðin fór tíverri eitt lítið vet niður og uppum kravið. Endin varð at Marnar gjørdist vinnari við 1.15.13, sum er rættiliga gott fyri ein bert 16-ára gamlan drong. Sam var bert 7 sekund seinni á mál við 1.15.20, men tað er besta tíð hjá honum á ½-marathonteininum.

Gutti, sum dragnaði umleið 2 minuttir, gjørdist nummar trý við 1.17.12. Útleggið hjá Gutta gjørdi, at hann tíðliga í kappingini fekk stórt hol aftur til Henry á 4.plássi. Men á seinnu hálvu rann Henry seg nærri og nærri, og kom hann á mál bert 13 sekund aftanfyri Gutta. Tíðin hjá Henry, sum bleiv 1.17.25 er persónligt met hjá honum. Henry gjørdist vinnari í veteranbólkinum.

Borgar er ein stríðsmaður og tað vísti hann aftur hesuferð. Hann rennur altíð væl og gjørdist hann samanlagt nummar fimm við tíðini 1.19.57 og bleiv hann nummar tvey í veteranbólkinum. Hjá øllum bleiv talan um betri tíðir enn seinasta ár.

Fjórða heiðursmerkið hjá monnunum, vann Gunnar Simonsen í superveteranbólkinum. Gunnar, sum skal renna marathon í Keypamannahavn 22. mai, kom á mál við tíðini 1.43.05 og bleiv nummar trý í bólkinum.

Kvinnurnar úr Treysti vóru tvær og vunnu báðar bronsuheiðursmerki. Astrid Joensen, sum eisini fer at renna marathon í Keypamannahavn, bleiv nummar trý hjá kvinnum við tíðini 1.46.55. Karin bleiv nummar trý í veteranbólkinum við 1.54.01.

Vit ynskja Gunnari, Astrid og Heina Heinason góða eydnu í Keypmannahavn.


Jonhard á veg niðan um Café Nátúr (Mynd: Árni Jacobsen)


Stríðsmaðurin Borgar (Mynd: Árni Jacobsen)


Gøtumaðurin Terje Hansen umboðar Treysti (Mynd: Árni Jacobsen)

Øll úrslitini hjá Treysti blivu:

Menn opin bólkur
01. 1.15.13 Marnar Djurhuus
03. 1.17.12 Guttorm Sørensen
05. 1.19.57 Borgar Biskopstø (nr.2 veteranar)
06. 1.21.16 Jonhard Larsen
15. 1.29.20 Jóhan M. Jacobsen
18. 1.32.18 Andreas Josephsen
24. 1.39.12 Terje Hansen
25. 1.39.24 Eirikkur Joensen
31. 1.42.43 Jan Petersen
32. 1.43.05 Gunnar Simonsen (nr.3 superveteranar)

Kvinnur opin bólkur
03. 1.46.55 Astrid Joensen
06. 1.54.01 Karin K. Petersen (nr.3 veteranar)


Kvinnur: Astrid, Gunnhild og Margreta


Kvinnuveteranar: Morid, Margreta og Karin


Superveteranar: Jens, Óli og Gunnar


Veteranar: Borgar, Henry og Hjalti


Menn: Sam, Marnar og Gutti


Fegnir heiðursmerkjavinnarar úr Treysti