Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Tað regnaði av grimd og eisini var torusláttur av og á, meðan Marnar rann 5.000m

Marnar rann sunnudagin 5.000m í bólkinum 16-17 ár. Teir vóru 12 dreingir til start, umframt 7 dreingir í 18-19 ára bólkinum og 3 í 20-22 ára bólkinum. Her vóru vónir um heiðursmerki til Marnar, sum hevði næstbestu tilmeldingartíð við 15.56 min. Bara Zacharias Grassme úr Sparta hevði betur tilmeldingartíð við 15.40 min.


Startskotið er júst latið av. Marnar er næstuttast til høgru

Tríggir av teimum eldru dreingjunum løgdu seg á odda, men skjótt lá Marnar einsamallur á fjórðaplássi. Stutt eftir startin fór at regna av grimd og torusláttur var eisini, so umstøðurnar hjá rennarunum vóru stak vánaligar eina løtu. 


Marnar lá einu løtuna nokkso fitt frammanfyri Zacharias Grassme (í bláum) og Mikkel Dahl-Jessen (í svørtum)

Marnar lá einsamallur og var einu løtuna einar 30-40 metrar frammanfyri Zacharias. Men so byrjaðu kreftirnar at ganga undan, mest orsakað av heldur harða útlegginum, og teir aftaru byrjaðu at nærkast umfar fyri umfar. 


Her fáa teir Marnar aftur

Beint áðrenn teir fóru undir seinastu 1.000 metrarnar fóru áðurnevndi Zacharias og Mikkel Dahl-Jessen úr Silkeborg framvið Marnari. Hann royndi at fylgja teimum, og gjørdi tað eitt umfar, men ferðin hjá teimum var ov høg, so har var onki hjá Marnari at gera – hann mátti lata teir fara, sjálvt um Marnar rann seinastu 1.000 metrarnar uppá umleið 3.00 min.!


Her er teir farnir undir seinastu 400 metrarnar

Úrslitið bleiv at Zacharias og Mikkel komu púra javnir um málstrikuna, sjálvt um tey høvdu málfoto, so kundu tey ikki avgera hvør teir var fremri, so báðir fingu gullheiðursmerki við tíðini 15.37,49 min. Marnar rann seg til eitt flott bronsuheiðursmerki, persónlig met og bólkamet við 15.45,12 min.


Marnar kemur á mál á triðjaplássi við 15.45,12 min. sum er persónligt met hjá honum


Zacharias Grassme, Mikkel Dahl-Jessen og Marnar við heiðursmerkjunum fyri 5.000m

Leygardagin var Marnar við í 1.500m. Har vóru teir 15 dreingir við. Aftur her var tað Zacharias Grassme úr Sparta íð hevði bestu tilmeldingartíð og var favorittur at vinna. 


1.500 meturin er júst skotin í gongd og teir 15 dreingirnir spenna avstað

Marnar legði seg tíðliga á odda, og førdi fyrsta umfar, sum varð runnið uppá umleið 65-66 sekund. Eftir 800m lá Marnar framvegis á odda og urið vísti umleið 2.17 min. 


800 metrar runnir og Marnar liggur framvegis á odda

Nú byrjaði røringur at koma í, og Zacharias legði seg á odda. Kappingin millum hinar um næstu plássini er hørð og tøtt, og beint áðrenn teir hava runnið 1.000m hendir tað, at Marnar og ein annar bera við hvønn annan, har Marnar er so óheppin at hann missur javnvágina og dettur – og mátti tíverri gevast.


Hendan myndin er tikin fá sekund áðrenn Marnar fór um koll

Vinnari gjørdist Zacharias við tíðini 4.05,74 min. Tann sum bleiv nummar tvey bleiv diskvalifiseraður fyri at hava runnið nøkur fet innanfyri breytina í einum svingi. Tí bleiv Andreas Bruselius, sum er liðfelagi hjá Marnar, úr Vejle IF nummar tvey við 4.10,09 min. Á triðjaplássi við 4.11,24 min. kom Jeppe Friis úr Viking Atletik frá Rønne á Bornholm.

Marnar hevði heilt sikkurt megnað at runnið seg til eitt heiðursmerki, undir 4.10,00 min og eitt persónligt met. Slík óhapp henda viðhvørt í kapping á rennibreytini, og nú hevur Marnar verið óheppin bæði innandura og uttandura í ár. Vónandi varð hetta síðstu fer!


Vejle IF var á triðjaplássi áðrenn seinastu 400 metrarnar, men teir endaðu á fjórðaplássi

Sunnudagin slapp Marnar eisini at renna 1.000 metur boðrenning fyri Vejle IF. Í 1.000m boðrenning verður runnið 100m, 200m, 300m og 400m. Marnar var settur á renna 300m. Tað gekk bara væl hjá teimum og endaðu teir á fjórðaplássi við 2.07,97 min.


Marnar var væl nøgdur við DMU hóast alt

Vit ynskja Marnari tillukku við bronsuni !