Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Sam, Marnar og Bent

Á Ólavsøku bleiv 7. og seinasta umfar í Grand Prix kappingini í summar hjá vaksnum runnið. Rutan var áleið tann sama, sum seinasta ár og teinurin, sum altíð, 5 km.

Yvir 100 vaksin vóru til start, og harímillum vóru nøkur "gul". Marnar, sum var favorittur, legði hart út og legði seg á odda, við Rúna Seloy tætt aftanfyri. Síðani kom ein bólkur við Sam, Bent Povlsen, Gutta og Borgari. Eftir hálvan tein var Rúni dragnaður og Sam, Gutti og Bent fóru framum hann, meðan Borgar eisini var dragnaður. Marnar var framvegis greitt á odda, meðan dysturin um 2.-4. pláss bleiv harður millum Sam, Gutta og Bent. Nakað áðrenn 4 km gjørdi Sam eitt rykk og slapp frá Gutta og Bent, so dysturin um 3. pláss bleiv millum Gutta og Bent, og har gjørdist Bent tann fremri. 

Vaksin
Marnar vann við 16.38 min., Sam fekk 16.48 min. Bent 16.50 min. og Gutti 16.54 min. Borgar bleiv nummar 6 við 17.31 min., Jonhard kom á mál við 17.45 min. og bleiv nummar átta. Einar rann væl og kom undir 19 minuttir og fekk 18.43 min. Jóhan M. Jacobsen 18.58 min., Andreas 19.16 min., Terje Hansen 20.03 min., Pól 20.07 min., Jóannes 25.12 min. og Kristian í Lambanum 25.21 min. 89 menn vóru við í opna bólkinum.

Borgar bleiv nummar tvey og Pól nummar átta í veteranbólkinum. Kristian bleiv nummar 9 í superveteranbólkinum.

Samanlagt bleiv Marnar vinnari av Grand Prix, meðan Sam bleiv nummar tvey og Gutti nummar trý. Hjá veteranunum gjørdist Heini Gregersen heldur óvæntað Grand Prix vinnari.

Hjá kvinnunum gjørdist Bjørk Herup Olsen tryggur vinnari. Rebekka var burturstødd við familjuni og luttók ikki.  Ella bleiv nummar átta við 22.11 min., Astrid nummar 10 við 23.28 min., Karin nummar 11 við 23.57 min., Susan nummar 13 við 24.41 min. 38 kvinnur gjøgnumførdu í opna bólkinum.

Ella vann veteranbólkin og Karin gjørdist nummar trý.

Í Grand Prix vann Ella eisini veteranbólkin, meðan Susan bleiv nummar tvey. Ella megnaði eisini at blíva nummar trý í opna bólkininum í Grand Prix.

Fyri at gjøgnumføra Grand Prix krevst, at ein hevur luttikið í minst 5 av teimum 7 umførunum.

Børnini
Børnini vóru sum altíð sera røsk. Maria Josephsen og Vibeka Sivertsen blivu nummar tvey og trý av teimum 10 gentunum í bólkinum -7.

Óli Eyðsteinsson bleiv nummar trý og Heðin Hávarsá nummar níggju og Hans Sivertsen nummar 23 í bólkinum -10 har 30 dreingir vóru við. 

Hjá gentum -10 var onki at gera við Elisabeth Holm Simonsen. Men Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø runnu væl og blivu nummar tvey og trý. Rutt Gregersen rann eisini væl og bleiv nummar sjey, meðan Rakul Ró Steintórsdóttir bleiv nummar 20 av teimum 22 gentunum.

Julian Gregersen vann sín bólk -13. Her var Gunnar Sivertsen so óheppin at hann datt og mátti tíverri gevast. Hann lá til eitt 2. ella 3. pláss. Her vóru tað 11 dreingir í komu á mál.

Einar Gregersen, sum rann ein góðan 5 km við teimum vaksnu, rann eisini í bólkinum -17 og her bleiv hann nummar fýra, meðan Heðin Gregersn bleiv nummar níggju.

Øllum verður ynskt tillukku við frálíku úrslitunum í summar og stóra tøkk fyri at tit hava verið so trúføst at luttikið í kappingunum higartil í summar.