Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2017























Aðrir stuðlar:



Annað





Marnar gull og silvur, og Jan Elmar silvur í DMung í vikuskiftinum

Um vikuskiftið hava fimm ungir rennarar luttikið í DM fyri ung í Glostrup. Upprunaliga skuldi kappingin haldast í Ballerup, men av tí, at ein høvuðsumvæling av stadion har ikki helt tíðarætlanina, m.a. orsakað av nógvum regni, bleiv kappingin flutt til Glostrup ístaðin. Av einihvørjari orsøk, so blivu kappingarnar í forðarenning avgreiddar á Greve Atletik stadion. Tað gekst teimum væl og komu tey heimaftur við 1 gull-, 2 silvur- og 1 bronsuheiðursmerki.

Treysti hevði tríggjar íðkarar við: Jan Elmar , Marnar og Rebekku. Bragdið hevði Rúni Seloy og Dánjal Jákup Niclasen við. Líkindini at kappast hava verið góð. Tað var sólskin, eini 15 hitastig og bert lítið lot meðan kappast bleiv.


Rebekka, Marnar, Jan Elmar og Gutti avmyndaði á Glostrup Stadion

Bestur av føroyingunum bleiv Marnar, sum luttekur í bólkinum dreingir 14-15. Leygardagin luttók hann í 1.500m. Til FMUng mitt í august setti hann persónligt met við 4.19 min. og tá bert ein tilmeldaður hevði runnið skjótari, vóru vónir um heiðursmerki. Tá talan er um meistaraskap, verður ofta runnið sera taktiskt og “spakuligt”. Soleiðis var á hesum 1.500m teir fyrstu 1.200 metrarnar. Fyrsta umfar uppá 74 sek., næsta uppá 71 sek. og triðja uppá 72 sek. men so kom ferð á. Sparta-rennarin Louis Krogsbøl er sera spurtsterkur, og hann rann frá øllum seinastu 300 metrarnar og vann við 4.23,77 min. Marnar royndi tað hann kundi og rann seg til eitt flott 2. pláss og silvurheiðursmerki við 4.24,38 min. Rasmus Hjort Christensen úr Sparta á 3. plássi hevði 4.27,07min.


Louis Krogsbøl, Marnar, Rasmus Hjort Christensen og hinir fara her undir seinastu 300 metrarnar á 1.500m


Sunnudagin skuldi Marnar royna seg fyri fyrstu ferð á 3.000m teininum. Út frá tilmeldingartíðunum, so vóru tað góðar vónir um, at hann skuldi vinna heiðursmerki. Jacob Simonsen úr AGF, sum hevur persónligt met uppá 9.25 min. sá út til av verða harðasti kappingarneyti og so bleiv. Taktikkurin hjá Marnar (og Gutta) var bara at fylgja teimum fremstu, taka tað róligt, lata hinar føra, og síðani seta ferð á seinastu 2-300m metrarnar. Tað varð júst tað sum hendi. Fyrstu tvey umførini lá Rasmus Hjort Christensen úr Sparta á odda, men so fór Jacob fram og setti ferð. Fyrsti kilometur bleiv runnin uppá 3.11 min. og næsti uppá 3.10 min. Tann ferðin helt til tað restaðu bert 400m. Tá byrjaðu Jacob og Marnar at dystast. 200 metrarnar frá 2600m til 2800m runnu teir uppá 34 sekund, og seinastu 200 metrarnar rann Marnar frá Jacob og rann teir uppá 30 sekund! og gjørdist sostatt danskur meistari. Tíðin hjá honum bleiv 9.16,78 min. Tað rakk samstundis til bólkamet hjá Vejle IF. Jacob á 2. plássi setti eisini persónligt met og fekk tíðina 9.19,10 min. Rasmus Hjort Christensen bleiv nummar trý við tíðini 9.27,81 min.


Marnar kemur “flúgvandi” um málstrikuna sum DANMARKSMEISTARI



Jacob Simonsen, Marnar og Rasmus Hjort Christensen

Jan Elmar, sum aftur í ár luttók í bólkinum dreingir 18-19, rann leygardagin 3.000m forðarenning. Hann hevur undanfarnu 2 árini vunnið heiðursmerki í hesi grein. Eisini triðja árið á rað eydnaðist honum at vinna heiðursmerki. Hesaferð rann hann seg til silvurheiðursmerki. Tíðin hjá honum varð 11.00,8 min.

  

 

Jan Elmar rann seg leygardagin til sítt triðja DM-heiðursmerki í forðarenning


Sunnudagin luttók Jan Elmar í 5.000m. Her vóru ongar vónir um heiðursmerki. Málið var at seta persónligt met og tað eydnaðist til fulnar. Hann seg til eitt 5. pláss við tíðini 17.09,92 min. og betraði persónliga metið hjá sær við umleið 15 sekundum


Startskotið til 5.000m er júst latið av og teir spenna avstað


Rebekka luttók leygardagin í 400m og sunnudagin í 800m, í bólkinum gentur 16-17. Á 400m teininum leygardagin rann hon ársbestu tíð við 64,21 sek. og rakk tað til eitt 6.pláss.


Rebekka kemur her á mál við ársbestu tíð á 400m, frammanfyri Lauru Nijhuis frá Skive 


Á 800m teininum sunnumorgunin, var málið hjá Rebekku aftur at seta ársbestu tíð. Tað bleiv lagt alt ov spakuligt út og rann hon fyrsta umfar uppá 75 sek, so tað skuldi rennast rættiliga væl seinna umfarið, um tíðin skuldi verða undir 2.26,99 min. Sjálvt um seinna umfar bleiv runnið skjótt, so eydnaðist henni kortini ikki at seta ársbestu tíð og kom hon á mál við tíðini 2.28,43 min. og rakk tað til 6. pláss.


Tær hava júst spent avstað út á 800m teinin



Rebekka kemur her á mál á 800m teininum


Rúni Seloy luttók í 800m og 1.500m í bólkinum dreingir 16-17. Seinasta ár í Esbjerg gjørdist Rúni tvífaldur DM-vinnari á 800m og 1.500m í bólkinum 14-15. Tí var spennandi at vita hvussu tað fór at gangast honum hesaferð, og vónir um heiðursmerkir til hansara aftur hesaferð vóru góðar. Men so skuldi ikki verða. Hann mátti tíverri taka til takkar við tveimum 4.plássum, sjálvt um hann setti perónligt met á 1.500m við 4.17,10 min.  Í hesi kappingini, sum varð sera taktist, vóru David Knudsen (4.09,35), Zacharias Grassme (4.09,85) og Frederik Furstenberg (4.12,80) og sterkir fyri Rúna í endaspurtinum.


Ein uppsettur Rúni áðrenn 800m og ein skuffaður Rúni eftir 800m


Á 800m teininum legði Rúni hart fyri og legði seg á odda sum vanligt. Hann lá á odda eftir 400m, sum bleiv runnið uppá 58-59 sekund, men so fór onkur framvið honum. Tá tað restaðu 200m lá hann nummar tvey og royndi aftur at seta meira ferð á, men tíverri megnaði hann ikki at halda og komu tveir rennarar framvið honum áðrenn málstrikuna, so at hann endaði á 4. plássi.  Tíðin hjá honum bleiv 2.00,53 min. Vinnari gjørstist Mihn Kyun Cho (1.59,12), nummar tvey bleiv Frederik Furstenberg (1.59,71) og nummar trý bleiv vinnarin á 1.500m David Knudsen (2.00,24). Rúni hevur havt eitt langt kappinarár og tað sást til kappingarnar hesaferð. Men kenna vit Rúna rætt, so vendir hann sterkt aftur næsta ár til DM innandura í mars.


Rúni Seloy (167) liggur her á odda eftir fyrsta umfar á 800m teininum


Debutanturin í DM-høpi, Dánjal Jákup Niclasen, sum eins og Marnar luttekur í bólkinum 14-15, stóð seg væl. Leygardagin rann hann fyrst 100m innleiðandi uppá 12,08 sekund, og rakk tað til finalupláss. Í finaluni rann hann seg til eitt 6. pláss við 12,20 sekund. Bert 2½ tíma seinni skuldi hann renna 300m, sum er hansara sterkasta grein. Her gekk betur. Hann rann júst ájavnt við sítt persónliga met uppá 38,03 sekund og rakk tað til 3. pláss og bronsuheiðursmerki.


Dánjal Jákup rennur seg her í finaluna á 100m. Ein vælnøgdur Dánjal Jákup eftir triðjaplássi á 300m


<

Fyrrverandi oyggjleikarennarin og núverandi fjallaklintrarin, Regin Reinert, var og hugdi eftir Marnar og Rúna á 1.500m leygarmorgunin



Ein vælnøgdur Gutti saman við Marnari eftir sigurin á 3.000m