Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Copenhagen Open, sum er kapping í frælsum ítrótti, var um vikuskiftið á Hvidovre Stadion. Nakrir føroyingar luttóku og stóðu seg væl og komu teir aftur við føroyskum meti, fleiri bólkametum og persónligum metum.

Treysti hevði tríggjar íðkarar við. Tær vóru Rebekka Fuglø, Maria Biskopstø og Vibeka Sivertsen. Umframt tær so vóru seks íðkarar úr Bragdinum og Hvirluni.

Maria luttók í 400m og 800m. Í 400m bleiv hon nummar fýra, men setti nýtt føroyskt met, sum nú er 58,91 sek. Hon átti sjálv gamla metið, sum var 59,10 sek. Í 800m bleiv hon nummar fimm við 2.17,86 min. og kom undir 2.20 fyri fyrstu ferð í ár.

Rebekka luttók í 800m og 1.500m. Hon rann 1.500m leygardagin og bleiv nummar tvey við 4.37,43 min. Í 800m rann hon seg til eitt fjórðapláss við tíðini 2.12,66 min. og er tað undir 2 sekund frá hennara føroyska meti, sum er 2.10,72 min. og frá 2017.

Vibeka rann 400m leygardagin og vann sín bólk við persónligum metið, sum nú eitur 64,20 sek. Sunnudagin rann hon 800m og gjørdist nummar fýra við 2.30,86 min. sum er umleið trý sekund frá hennara persónliga meti.