Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Maria avmyndað á Østerbro Stadion har DM fyri vaksin verður hildið

(mynd: Karin K. Petersen)

Dagurin í dag er søguligur fyri Treysti, tí fyri fyrstu ferð vóru "gulu" litirnir at síggja í eini kapping til DM.  Hetta hendi tá Maria Biskopstø rann við í 400m finaluni fyrrapartin. Áður máttu føroyskir íðkarar umboða danskt felag, men hetta er nú broytt.

Tveir riðlar skuldu rennast og var Maria komin í tann skjótara riðilin, har hon skuldi renna í geil 8. Á geil 6 var, OL-silvurvinnarin í 400m hekkurenning, Sara Slott Petersen frá Aarhus 1900, sum var greiður favorittur at vinna. Hon setti bestu tíð nakrantíð í eini 400m DM-finalu og vann greitt við 53,39 sek.

Tað gekk rættiliga væl hjá Mariu í hesi sterku finalu, sum bleiv skjótasta DM-finala í 38 ár, og gjørdist Maria nummar fimm av teimum átta kvinnunum og setti hon enn einaferð føroyskt met, sum hon sjálv átti og var 58,91 sek. Nýggja metið eitur nú 58,78 sek.

Í morgin skal Maria fyrst renna 400m hekkurenning kl. 13.35 og kl. 15.05 800m. 

Rebekka og Oddvør skuldu eisini luttaka í DM, men av ymiskum orsøkum máttu tær tíverri geva avboð.

Kappingarnar kunnu stroymast her: Atletik TV

Skráin fyri allar kappingarnar er her: DM 2020 tíðarætlan