Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Maria danskur ungdómsmeistari í 800m og silvurvinnari í 400m í bólkinum 18-19. Og føroysk met í 400m (58,01) og 200m (26,81)

Fleiri góð avrik í Sparbank Arena í Skive farna vikuskiftið, tá danska innandura meistaraheitið í frælsum ítrótti bleiv hildið. 46 feløg og 458 íðkarar vóru við.

Treysti skuldi hava tær tríggjar Oddvør Josephsen, Mariu Biskopstø og Vibeku Sivertsen við. Tíverri mátti Vibeka geva avboð vegna sjúku og kom tí ikki við hesuferð. Umframt tær báðar, so luttók Julian Gregersen, sum er niðri í lestrarørindum, eisini. Oddvør og Maria luttaka í bólkinum 18-19 og Julian i bólkinum 20-22. Tær umboða Vejle IF og Julian umboðar FIF.

Leygardagin kl. 11 vóru 400m á skránni hjá Oddvør og Mariu. Oddvør var í fyrsta riðli. Hon legði út sum eitt ódnarveður fyrstu 200-300m, og tað kom at kosta nógv serliga seinastu 100 metrarnar. Tíðin bleiv 62,49 sek. sum er umleið tvey sekund seinni enn hennara besta tíð á teininum innandura. Tíðin røkkur til nýtt bólkamet.

Maria setti seinasta ár føroyskt met við 58,88 sek. Hon vísti í Íslandi í januar, at venjingarstøðan er góð, tá hon rann teinin uppá 59,26 sek. Var eitt nýtt met í væntu? Hon var í riðili saman við Marthu Danneskjold Rasmussen, sum hevur bestu donsku tíð á 400m teininum í ár. Eftir fyrstu 200m var Martha klárt frammanfyri, men seinastu 100 metrarnar byrjaði munurin at styttast. Martha gjørdist tó vinnari og tíðin vísti 57,48 sek. og Maria var heilt stutt aftanfyri, so nýtt met varð ivaleyst sett. Tá tíðin kom, vísti hon 58,01 sek. og harvið klárt nýtt føroyst met og silvurheiðursmerkið til Mariu. Smb. stigatalvuni hjá IAAF har ein kann samanbera úrslit, so geva 58.01 sek. á 400m 939 stig og er hetta, smb. stigatalvuni, besta úrslit hjá henni nakrantíð.

Hálvgum fýra skuldi Maria renna 800m. Hon vann, heldur óvæntað, hesa kapping í fjør í eini taktiskari renning, har tað bleiv runnið seint fyrstu trý umførini, og har hon helt seg í oddinum allan vegin hvørja ferð á ferð bleiv sett á. Í hesi renningini legði hon seg á odda frá byrjan við sama taktikki, sum í fjør. Fyrsta umfar 38 sek., næsta 37,5 sek., triðja 37 sek. og so byrjaði ferðin at økjast, men Maria helt allar kappingarneytarnar aftanfyri allan, og rann seinasta umfar uppá 32 sek. og bleiv danskur meistari og vann gull við 2.24,38 min. 

Julian rann 3.000m leygardagin. Hann og ein liðfelagi høvdu ætlanir um at renna undir 9 min. Liðfelagin skuldi føra og renna umleið 36 sekund hvørt umfar. Men frá byrjan var ferðin ov lág. Fyrstu 1.000m metrarnir blivu runnir uppá 3.09, og Julian hugsaði nú bert taktiskt og um at vinna, sum hann helt verða møguligt. Eftir næstu 1.000m uppá 3.12 og 6.21 fyri 2.000m, var hann væl fyri og setti veruliga ferð á, og rann næstu trý umførini uppá 34-35 sekund og seinastu tvey rann hann uppá 32 sekund, so seinastu 1.000 metrarnar blivu runnir uppá 2.48. Ongin megnaði at fylgja honum og gjørdist hann danskur meistari og vann gull við 9.09,18 min. Tíðin er eisini nýtt bólkamet.

Sunnudagin runnu tær 200m. Tær vóru komnar í sama riðil. Maria rann uppá 26,81 sek. og betraði harvið føroyska metið, sum hon setti í Reykjavík fyrr í ár og var 27,20 sek. Oddvør rann uppá 27,33 sek. sum bert er 11/100 sek. frá hennara bestu tíð. Maria gjørdist nummar fimm og Oddvør nummar átta.

Julian luttók í 1.500m og metti seg hava møguleika til gull ella silvurheiðursmerki. Hann legði seg á odda og rann fyrstu fimm umførini uppá 33,5-34,5 sek. rundaði 1.000m í 2.50 og var tá einar 5-7 metrar frammanfyri næsta rennara og langt frammanfyri tann triðja. Munurin aftur til næsta rennara byrjaði nú at minkað, hóast ferðin bleiv økt og tá teir fóru út á seinasta umfar, vóru teir mestsum javnir. Á hinari langsíðuni fór hin framum og Julian megnaði ikki at svara aftur. Hann rann seinastu 500m uppá 1.20 og kom á mál, sum silvurvinnari við 4.09,99 min. sum eisini er bólkamet. 

Øll úrslitini eru at finna her: Úrslit DMU inni 2020

Havnafeløgini Bragdið og Hvirlan høvdu ávikavist seks og fýra íðkarar við. Tey vunnu eisini heiðursmerkir av øllum sløgum og settu fleiri bólkamet. Harumframt settu tey bæði úr Hvirluni Lydia Simonsen í kúlu við 11,11m og Dánjal D. Ljósheim í 200m við 23,51 sek. føroysk met.