Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Frælsur Ítróttur Føroya hevur verið í sambandi við Korona-ráðgevingina viðvíkjandi venjingum og kappingum, sum støðan er nú meðan Korona herjar kring landi og heimin. Tey hava fingið játtandi svar til niðanfyri standandi leiðreglur: 


Leiðreglur hjá Frælsum Ítrótti Føroya í smb. við venjing og kappingar undir koronastøðuni

 Venjing

 -Venjing eigur at fara fram í smáum bólkum við í mesta lagi 10 íðkarum. 

-Reinføri og tveir metra frástøða skal virðast. 

-Reiðskapur verður ikki nýttur av fleiri fólkum, uttan at hann verður sprittaður ímillum.

-Umklæðing fer fram heima

-Hæddarlopsmadrassan skal sprittast inn ímillum

 

Kappingar í frælsum ítrótti í breyt

 Í samband við kappingar á breyt skulu hesar meginreglur fylgjast:

 -Umklæðing fer fram heima.

-Eingir áskoðarar eru til kappingarnar.

-Íðkarar skulu ikki savnast í størri bólkum.

-Reinførið og tveir metra frástøða skal virðast. Undantakið er í kappingarstøðu í renning. Í       startpositiónini er 1 metur ímillum rennararnar og eru teir í hesi støðu í mesta lagi í 30 - 60 sek.

-Reiðskapur verður ikki nýttur av fleiri fólkum, uttan at hann verður sprittaður ímillum.

-Hæddarlopsmadrassan verður sprittað ímillum hvørja kapping.

 

Rennikappingar á vegi

-Vanligar rennikappingar á vegi eru fyribils útsettar, til tað verður mett trygt hjá fólki at savnast aftur.

-Tá tað verður mett trygt at renna í bólki aftur, verður byrjað í bólkum við í mesta lagi 10 fólkum í hvørjum, sum verða spjaddir við hóskandi frástøðu.

-Einkultstartskappingar og tykisrenningar eru loyvdar beinanvegin. Í einkultstartsrenningum skal í minsta lagi 1 minuttur vera millum hvønn start, og einstaki rennarin má ikki møta á startmálinum meiri enn 1 minutt áðrenn startin.

 

Vinarliga

Frælsur Ítróttur Føroya

  

______________________

Sølvi Reinert Hansen

Formaður