Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2018
























Aðrir stuðlar:


Annað






So er árliga Kalsoyar Renningin aftur á skránni. Leygardagin 15. september skipar Treysti enn einaferð fyri sera vælumtóktu Kalsoyar Renningini, har runnið verður frá ferjuleguni á Syðradali til Trøllanes. Hetta verður 12. ferð at runnið verður Kalsoyar Renning.

Billede:  Billede:
Byrjað verður frá ferjuleguni á Syðradali...

Billede:  Billede:
...og málið er á Trøllanesi

Eins og undanfarin ár, so verður talan ikki um eina rennikapping, men um ein hugnaligan rennitúr. Onkur rennir, onkur gongur og onkur hevur eisini tikið túrin á súklu. Undirtøkan hevur altíð verið góð, og øll eru á einum máli um, at hetta er ein super túrur, sum eigur at verða á hvørjum ári. Fyrsta Kalsoyar Renningin var í 2007, og vit royna aftur í ár, 12. ferð á rað, og vóna at luttøkan verður góð.

Billede:  Billede:

“Sam” siglir av Klaksvík kl. 10.00 til Syðradals, og verður byrjað at renna næstan beinanvegin komið verður í land á Kalsoynni. Runnið verður frá ferjuleguni og norður til Trøllanes. Teinurin norður til Trøllanes er 16,5 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar. Luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt/pannulykt við. Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar. Á restini av teininum er størri parturin ella umleið 5,5 kilometrar í tunnli. Í øllum tunnlunum eru refleksskeltir í síðunum, sum hjálpa væl tá ein hevur lykt. Allir tunlarnir hava mótbrekku á veg norðureftir. Mótbrekkunar í tunlunum blíva flatari fyri hvønn tunnil á veg norður. Vegbreytin í onkrum tunnli er nokkso ósløtt, og tí verða rennararnir bidnir um at vísa varsemi.

Billede:  Billede:

Tá komið er í mál á Trøllanes verður gott ábit, kaffi/te og køkur at fáa har.

"Sam" siglir av Syðradali aftur kl. 14:20 og kl. 17:35.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo) undir tilmelding. Freistin at melda til er úti hóskvøldið 13. september á miðnátt !

Leinkja til tilmeldingina er her:Tilmelding til Kalsoyar Renning 2018.
GG: Luttakaratalið er avmarkað til 100.

Um tit hava spurningar kunnu tit ringja til Gutta á 230210.

Minnast til: Lummalykt/pannulykt, endurskin og skiftiklæðir.