Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Julian og Rebekka vunnu í gjárkvøldið árligu Ólavsøkurenningina, sum varð avgreidd í allarfagrasta veðri. Hjá kvinnunum varð tað ongantíð nakar ivi um sigurin hjá Rebekku, sum kom á mál í tíðini 19.15 minuttir. Á øðrum og triðjaplássi komu ávikavist Rigmor N. Arge úr Hvirluni (20.12) og Duruta R. á Lofti úr Bragdinum (20.43). Okkara Oddvør og Vibeka gjørdust nummar fýra og fimm við 21.13 min. og 21.18 min.

Hjá monnunum varð meiri spenningur. Teir tríggir Julian og so Signar Røsvik, sum var fyrstur á mál í Royal Run í Klaksvík og  danin Oliver Granhøj, sum varð næstur á mál í Royal Run, løgdu seg skjótt á odda, og tað gjørdist greitt at vinnarin bleiv ein av teimum trimum. Á næstu plássunum komu Rógvi Kárason (Bragdið), Einar Gregersen og Hanus í Horni Nielsen (Frælsi). 

Tá teir fremstu fóru framvið 3 km, var Julian 10-15 metrar frammanfyri Oliver, sum aftur var einar 10-15 metrar frammanfyri Signar. Men tá teir komu framvið 4 km, var Julian somikið langt frammanfyri Oliver, at hann líktist einum greiðum vinnara. Hann kom eisini á mál, sum greiður vinnari við tíðini 16.32 min. Oliver gjørdist nummar tvey við 16.53 min. og Signar nummar trý við 16.55 min. Hetta var triðji Ólavsøkusigur hjá Julian.

Einar rann sera væl og gjørdist nummar fýra við 17.14 min. Hanus í Horni bleiv nummar fimm við 17.25 min.

Veteranurin Jonhard, sum er væl fyri í løtuni, gjørdist nummar níggju við 18.32 min. Tað rakk eisini til eitt annaðpláss í veteranbólkinum aftanfyri Henry Olsen við 18.04 min. og frammanfyri Sam Vang við 18.59 min. Heini Gregersen kom á mál eftir júst 20 minuttir, sum nummar átjan og á sættaplássi í veteranbólkinum.

Ultraveteranurin Gunnar Simonsen brúkti 23.42 min. um teinin og vann sín bólk.

Leinkja til úrslit er her: Ólavsøkurenning 2019

Myndir, sum Gutti tók, eru her: Ólavsøkurenning 2019