Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Jólaborðhald 4.desember


Sera stuttligt var seinast. Bjørg var um at "skrædna" í látri :)

Nú er aftur jólaborðhald á skránni. Eins og seinasta ár, so verður tað í róðrarneystinum í Árnafirði. Tað verður leygardagin 4. desember kl. 19.00.

Ætlanin er eisini, hjá teimum í hava hug, at renna norður til Árnafjarðar. Runnið verður frá Badmintonhøllini kl. 18.00.

Øll verða biðin um at møta stundisliga kl. 19.00. Ein má sjálvur syrgja fyri flutningi til og úr Árnafirði.

Øll verða biðin um at taka ein lítlan pakka við á maks kr. 50,-.

Mandlugávan er eitt gávukort (ein nátt fyri 2 á Hotel Tórshavn íroknað morgunmat).

GEVIÐ GÆTUR: Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 29. november.


Sangurin rungar um allan Árnafjørð

----------------------

Staður: - Róðrarneystið í Árnafirði
Dato: - 4. desember
Klokkan: - 19.00
Prísur: - kr. 300,-
Matarskrá:
     - Forrættur: Rækjubland
     - Høvuðsrætttur: Fylt Dunna, við hvítum og brúnkaðum eplum, skysós og Waldorfsalat
     - Dessert: Ris a la mande
Tilmeldingarfreist: - 29. november
Tilmelding: - við at flyta kr. 300,- á kontu 9181-149.39.40 í EIK í seinasta lagi 29. november, og viðmerk JBH og navn
Aldurmark:
- 16 ár
Avmarkað pláss: - pláss er fyri 120 fólkum 


Heðin helt eina góða røðu seinast