Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Kirkju Renning Jólaaftan


Seinasta ár var fitt av kava tá runnið bleiv

Eins og undanfarin ár so verður aftur skipað fyri Kirkju Renning úr Kunoy til Klaksvíkar jólaaftansmorgun.

Hetta er triðju ferð hesin túrur verður runnin. Fólk hava tikið sera væl undir við hugskotinum. Fyrstu ferð vóru 34 luttakarar við og seinasta ár vóru umleið 70 luttakarar við í renningini. Tí er avgjørt at skipa fyri túrinum aftur Jólaaftan.

Runnið verður frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna. Teinurin er 11,7 km. Talan er um ein hugnaligan rennitúr og als ikki um eina rennikapping. Um onkur ikki dámar at renna gjøgnum tunnilin, so ber eisini til at byrja uttanfyri tunnilsmunnan í Haraldsundi. Tann teinurin er 6,2 kilometrar.

Byrja verður frá kirkjuni í Kunoy kl. 9.30, soleiðis at øll hava góða tíð til at vera heima aftur áðrenn døgverða. Tey í hava hug fara niðan til "Bakaríið hjá Jórun", at fáa sær ein kaffimunn og renniprát eftir rennitúrin, áðrenn tey fara heim aftur at stakast víðari til jóla.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við Badmintonhøllina kl. 9.00. Treysti ætlar at fáa buss/bussar at koyra luttakararnar til Kunoyar. Øll eru vælkomin at luttaka. Minnist til endurskinsvest og pannulyktina!


Øll hesi møttu í Badmintonhøllini seinasta ár kl. 9.00

   
Flestu av luttakarunum, sum vóru við í 2008, áðrenn startin í Kunoy