Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2017























Aðrir stuðlar:



Annað





Jan Elmar endurvann FM í 10 km tá Roysnið skipaðu fyri árligu Várkappingini og seinasta umfari í Vetrarkappingini leygardagin. Líkindini vóru rættiliga góð, meðan teir nærum 70 luttakararnir runnu runt í Runavík á einum rundteini á knapt 1,1 km, sum skuldi rennast 9½ ferð.

Jan Elmar var favorittur hjá monnunum, og hann sveik ikki álitið. Hann førdi frá byrjan til enda og vann ein tryggan sigur við tíðini 33,38 min. sum eisini er nýtt persónligt met við 19 sekundum í mun til seinasta ár. Andrias Hansen bleiv trygt nummar tvey við 34,15 min. Kappingin um bronsuheiðursmerkið varð bleiv sera tøtt, men á seinnu hálvu á teininum dróg Julian frá Eiriki Hansen og tryggjaði sær triðjapláss og bronsu við 34,32 min. sum er persónligt met og 6 sek. skjótari enn seinasta ár. Eirkur kom á mál við 34,46 min.

Heini og Jonhard runnu báðir væl og komu á mál, sum ávikavist nummar 14 og 15 við 38,37 min. og 39,07 min. Jan Matras hevði eisini ein góðan dag og gjørdist nummar 22 við 43,22 min. Formaðurin rann eisini og náddi málinum at koma undir 50 min. Hann brúkti bert 44,50 min. um teinin.

Hjá kvinnunum var Marna Egholm komin úr Danmark at renna FM, og var hon tí stórfavorittur. Hon vann tryggan sigur við 36,32 min. Men Rebekka, sum bleiv nummar tvey, rann eina sera góða kapping og setti persónligt met, sum nú 38,48 min. Senasta ár rann hon uppá 39,29 min. Á triðjaplássi við 42,37 min. kom Duruta R. á Lofti. Helga Súsanna og Halldis luttóku eisini. Tær runnu væl og vóru báðar væl nøgdar við teirra egna avrik.

Hjá teimum ungu lá illa fyri vegna sjúku og skaðar. Men genturnar Oddvør, Maria og Vibeka komu allar á mál í øllum góðum, sum nummar eitt, tvey og trý,. Oddvør rann eina fína tíð uppá 19,48 min. Maria og Vibeka, sum báðar eru smáskaddar, komu á mál við 20,18 min. og 24,36 min. Hans luttók ikki vegna sjúku.