Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Innanduravenjingin byrjar aftur týsdagin 28. september

Nú summarið er av og heystið stendur fyri durum, eru tað mong í gleða seg til innanduravenjing hjá Treysti í Badmintonhøllini. Nú er stundin so komin, har tær sera vælumtóktu venjingarnar byrjað aftur.

Skráin sær soleiðis út:

Týsdag:
Kl. 17-18 Týsdag Børn
Kl. 18-19 Týsdag Vaksin

Hósdag (uttandura):
Kl. 18-19.30 Vaksin (intervallir/fartleg)
Fríggjadag:
17-18 Fríggjadag Vaksin (sirkulvenjing)

Týskvøldið 28. september er fyrsta venjing á skránni. Eins og undanfarnar vetrar, so er venjingin fyri limir, men ein og hvør er vælkomin at royna venjingarnar einar 2 til 3 ferðir áðrenn ein tekur støðu til, um ein ætlar at gerast limur og halda fram við venjingunum.

Kostnaðurin fyri veturin er fyri vaksin kr. 500,- og fyri børn kr. 200,-. Venjari verður Guttorm Sørensen, sum eisini tók sær av venjingunum seinasta vetur. Ætlanin er at fáa onnur at hjálpa til eisini. Afturat sær at venja børnini hevur hann skiftivís Heina Gregersen, Marnar Djurhuus og Rebekku Fuglø.

Týsdagsvenjingin fyri vaksin er uppbygd á tann hátt, at einir 15 minuttir verða brúktir til upphiting, síðani 15-20 minuttir til styrkivenjingar og at enda verða einir 10-15 minuttir til rennispøl e.l. og avjogging.

Hvønn hósdag í vetur fer, eins og í alt summar, framhaldandi at verða uttandura intervalvenjing ella líknandi á skránni. 

Fríggjadag er sirkulvenjing har 10 min verða brúktir til róliga upphiting. Síðani verður í 2x15 min. ymisk øvilsir har vant verður í 30 sekund og so 30 sekund pausu áðrenn næsta øvilsi.