Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 31. mars 2018



NS hálvmaraton Klaksvík 2018



Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:

















Renn fyri heilsuna 2017























Aðrir stuðlar:



Annað





Í morgin kl. 11 verður seinasta RENN FYRI HEILSUNA í ár


Í morgin verður átjanda og seinasta seinasta “Renn fyri Heilsuna” á hesum sinni. Tað byrjaði leygardagin 8. mai, og hevur tað verið runnið fyri heilsuni hvønn leygarmorgun síðani tá, tó bert undantikið leygardagin á Norðoyastevnu.Undirtøkan í ár hevur verið á góðari leið, og hóast tað hava verið nakað færri luttakarar í ár, so hevur luttøkan verið nógv meira jøvn hvønn leygardag enn áður. Í ár hevur verið runnið fyrrapart kl. 11, í mun til kl. 14 seinasta ár, og um tað hevur havt nakra ávirkan er ilt at meta um. Í ár er byrjað frá Intersport og hevur málið verið uppi í Klingrugarði har skiftivís Bakaríið hjá Jórun, KBI, EL-IN og Reyni Service hava tikið ímóti luttakarunum og bjóða teimum vatn og frukt. Hvønn leygarmorgun hava kilometurmerkir staðið úti á rutuni og stóra klokkan á málinum í Klingrugarði, so luttakararnir sjálvir hava kunna fylgt við tíðini.Eins og undanfarin ár, so hava luttakararnir samlað sær stempul í eitt rennihefti, og fáa tey, sum hava fingið 15 stempul, eina rennigávu. Harumframt hava øll ognað sær ein lutaseðil hvørja ferð tey hava luttikið. Seinasti møguleiki at ogna sær lutaseðil verður við at luttaka í renningini í morgin. Tað verður trekt um vinningarnar í Klingrugarði inni í Bakarínum hjá Jórun aftaná renningina í morgin. Har verður eisini gjørt nakað meira burturúr, nú "Renn fyri heilsuna" endar í morgin. Drigið verður millum 10 góðar vinningar, sum eru:

  • Fartelefon frá Føroya Tele
  • Gávukort frá Bakaríið hjá Jórun
  • Gávukort frá KBI
  • Gávukort frá KBI
  • Gávukort frá EL-IN
  • Gávukort frá Reyni Service
  • Gávukort frá Intersport
  • Gávukort frá Intersport
  • Gávukort frá Yndi Fitness
  • Gávukort frá INN
At hetta frálíka rennitiltakið, sum nú hevur nøkur ár á bakið, hevur havt sína ávirkan á norðoyingar er ongin ivi um. Tað hava ongantíð verið so nógvir rennarar at sæð, sum tað hevur verið í summar. Eisini eru tað nakrir rennarar úr Eysturoynni íð hava brúkt møguleikan, at koma til Klaksvíkar at renna leygarmorgun. Treysti ynskir at takka øllum fyri luttøkuna í ár, og at takka stuðlunum til “Renn fyri heilsuna”, sum í ár hava verið EIK, Bakaríið hjá Jórun, KBI, EL-IN, Reyni Service, Intersport og Bónus. Eisini takkar Treysti øllum teimum íð hava latið vinningar til lutakastið.