Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:








Silvarenningin 6. apríl 2019



NS hálvmaraton Klaksvík 2019




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:
















Renn fyri heilsuna 2019



























Aðrir stuðlar:


Annað






Herfyri hevði Treysti ársaðalfund, har m.a. nevndarval var á skránni. Fyri vali stóðu næstformaðurin, Guttorm Sørensen, og skrivarin, Pól Sundskarð, og blivu teir báðir aftuvaldir.

Fundarskráin var sambært lógum felagsins.

Formaðurin, Jonhard Larsen, greiddi frá farna árið og nevndi nakrar avbjóðingar í standa fyri framman. Gutti framlegði roknskapin, sum aftur í ár gav pent avlop. Síðani var farið til nevndarval. Umframt Gutta og Pól, so bleiv Jorie Josephsen afturvald, sum tiltakslimur. Onki mál var innkomið og at enda kjakast bleiv eina løtu aftur og fram um ymisk viðurskifti, har m.a. Gutti vísti á øktu arbeiðsbyrðuna, nú felagið er vorðið so stórt bæði í limatali og aktivitetsmessiga. Ein danskur venjari kemur at vitja Treysti í mai og hava skeið í "Atletikmedhjælper" og barnarvenjing "Kids Athletics".  

Nevndin legði fram uppskot um at víðka talið av nevndarlimum úr trimum upp í fimm limir, og tað tók fundurin undir við. Tískil verður einaferð seinni innkallað til eykaaðalfund hesum viðvíkjandi.

Núverandi grein viðv. stjórn sær soleiðis út:

Stjórn felagsins 
stk. 1 Í nevnd felagsins sita: Formaður, næstformaður og skrivari. Teir verða valdir einsæris á aðalfundi at sita 2 ár,    tveir annaðhvørt ár og ein annaðhvørt ár. Valdur verður ein tiltakslimur at sita 1 ár. Formaður skal veljast á líka árum. Næstformaður á ólíka árum. Skrivari á ólíka árum. Stjórnarlimir skulu veljast hvør sær. 

og verður hon brott til soljóðandil:

Stjórn felagsins 
stk. 1 Í nevnd felagsins sita: Formaður, næstformaður, skrivari og tveir nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundi at sita 2 ár, tríggir annaðhvørt ár og tveir annaðhvørt ár. Valdur verða tveir tiltakslimir at sita 1 ár. Formaður skal veljast á líka árum. Ein nevndarlimur á líka árum. Næstformaður á ólíka árum. Skrivari á ólíka árum. Ein nevndarlimur á ólíka árum. Stjórnarlimir skulu veljast hvør sær.  

Eftir fundin var kaffi og ábit at fáa.


Gutti framleggur roknskapin, sum aftur í ár vísti pent avlop


Fundurin bleiv hildin í væl egnaðu hølunum hjá EIK í Bøgøtu