Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Tað hevur gingið rættiliga væl hjá Rebekku og Marnari í DM fyri ung í dag. Rebekka vann gull og Marnar bronsu.

Marnar var komin í betra riðilin á 3.000m teininum í bólkinum dreingir 17 ár. Um tað gekk væl so vóru vónir um heiðursmerki. Eftir tilmeldingartíðunum lá hann til eitt fjórðapláss, men so skuldi ikki verða! Hinir tríggir høvdu allir tilmeldingartíð undir 9 minuttir, meðan Marnar hevði 9.16 min. Eitt mál hjá Marnari var at koma undir 9 minuttir.


Teir leggja til brots. Marnar mitt í myndini í grønum Vejle vesti

Teir átta dreingirnir løgdu til brots og 15 umfør á 200m vóru fyri framman. Longu eftir fyrsta umfar løgu teir fýra fremstir, men hinir hingu væl við enn, og ikki fyrr enn eftir sætta umfar blivu teir fýra leysir og teir skuldu býta tey trý heiðursmerkini sína millum.Fyrstu 11 umførini blivu runnin rímiliga javnt við 36-37 sekund hvørt og hevði Marnar ca. 3.03 min. á 1.000m og 6.04 min. á 2.000m. Men so broyttist alt.


Zacharias Grassme frammanfyri Jacob Simonsen, Marnar og Mikkel Dahl-Jessen

Favoritturin Zacharias Grassme úr Sparta setti nú ferð á, og hinir tríggir høvdu ilt við at fylgja honum. Teir kláraðu allir eitt umfar uppá 32 sekund við honum, men nú var tað bert Jacob Simonsen úr AGF í hekk í honum. Marnar dragnaði nakað, men stríddist tað hann var mentur fyri bronsuni og tað eydnaðist.


Ein vælnøgdur Marnar kemur á mál

Við at renna seinastu 1.000m metrarnar uppá 2.53 min. kom hann eisini undir 9 min. og fekk tíðina 8.57,35min. Flott, flott og hjartaliga tillukku Marnar!


Fv. Jacob Simonsen, Zacharias Grassme og Marnar

1. 8.51,87 min. Zacharias Grassme, Sparta
2. 8.52,31 min. Jacob Simonsen, AGF
3. 8.57,35 min. Marnar Djurhuus, Vejle IF (Treysti)

Eftir at Marnar hevði vunnið bronsuheiðursmerkið, skuldi Rebekka royna seg á 800m teininum í bólkinum gentur 19 ár. Tær vóru bert tvær tilmeldaðar, og tí runnu tær saman við teimun 20-22 ára gomlu. Rebekka skuldi renna ímóti Karinu Klok, sum eins og Rebekka hevði eina tilmeldingartíð uppá 2.20min.


Rebekka legði seg á odda eftir fyrsta umfar

Tað bleiv lagt sera, sera, sera spakuliga út teir fyrstu 50 metrarnar og tá lá Rebekka nummar tvey. Hon fór so fram í oddin, og har helt hon seg restina av teininum. Karina lá tætt í hølunum á henni fyrstu 600 metrarnar.

 
Her fara tær út á seinasta umfar, og Rebekka vinnur trygt 

Men so setti Rebekka veruliga ferð á, og so var ongin ivi meira hvør av teimum báðum bleiv danskur meistari anno 2011. Fyrsta umfar bleiv runnið uppá góð 40 sekund, næsta og triðja uppá 37 sekund. Fjórða og seinasta umfar rann Rebekka uppá 32 sekund! og bleiv tíðin hjá henni 2.26,18 min. Flott, flott Rebekka og tillukku við danska meistaraheitinum!!

Í morgin skulu tey bæði royna seg á 1.500m teininum. Hjá Rebekku er sama støða sum í dag og er einasti kappingarneyti hjá henni Karina Klok, sum er tilmeldað við 4.53 min., meðan Rebekka er tilmeldað við 4.50 min. Aftur í morgin skulu tær renna saman við gentum 20-22 ár.

Marnar hevur eisini á 1.500m fjórðbestu tilmeldingartíð við 4.16 min., og skal tað gangast honum sera, sera væl um heiðursmerki skal rennast í hús. Seinastu kappingarnar eru staffetirnar, og har skal Marnar saman við liðfeløgunum úr Vejle IF renna 4 x 200m. Seinasta ár vunnu teir silvur í hesi kappingini.


Gutti var sera stoltur av sínum rennarum í dag