Høvuðsstuðul:


Komandi tiltøk
Aðrir stuðlar:









Silvarenningin 4. apríl 2020 (AVLÝST)



NS hálvmaraton Klaksvík 2020
leygardagin 1. AUGUST




Høvuðsstuðul:



Aðrir stuðlar:















Føroya Bjór Renningin 6. juni


Renn fyri heilsuna 2020






























Aðrir stuðlar:


Annað






Aftur í dag eydnaðist Rebekku at vinna gullheiðursmerki. Hesaferð á 1.500m teininum. Eins og í gjár, so skuldi kappingin fyri gentir 18-19 ár avgerast millum Rebekku og Karinu Klok. Tær runnu saman við teimum 20-22 ára gomlu gentnum.


Simone Glad (20-22), frammanfyri Karinu Klok, Marie Munk Jakobsen (20-22) og Rebekku eftir 100m

Eftir tilmeldingartíðunum so lógu hesar innanfyri 10 sekund frá 4.46 min. til 4.56 min. har Simone Glad hevi bestu tíðina. Tí kundi roknast við javnari kapping. Rebekka hevði ein dreym um betra tíðina 4.50,34 min. sum hon rann í Malmø fyri 5 vikum síðani, og til tað krevst at hvørt umfar verður runnið uppá 38,7 sekund í snitt. Á 1.500m teininum skulu rennast 7½ umfar á 200m breytini.

Rebekka legði spakuligast út av teimum, og rann fyrstu 100m uppá 18,5 sekund. Síðani vóru rundutíðirnar hjá henni 37, 38 og 39 sekund og lá hon tá nummar trý av teimum fýra. Síðani slapp Simone Glad leys av teimum, og Karina Klok á øðrumplássi setti ferðina nógv niður, soleiðis at umfarið bleiv runnið uppá 42 sekund. Hetta hoyrdi Rebekka og skundaði sær framum Karinu og setti meiri ferð á.


Rebekka hevur slitið seg leysa frá Karinu og Marie Munk

Seinastu trý umførini økti hon munin aftur til hinar og rann hon tey uppá 40, 39 og beint undir 36 sekund, soleiðis at endaliga vinnaratíðin hjá henni bleiv 4.49,21 min. sum er nýtt persónligt met hjá Rebekku. Tíðin hjá Karinu Klok bleiv 4.59,31 min.

Flott, flott Rebekka og hjartaliga tillukku við danska meistaraheitinum og persónliga metinum.


Karina Klok og Rebekka á sigurspallinum í dag eftir 1.500m


Gutti var sera væl nøgdur við avrikið hjá Rebekku á 1.500m í dag

Marnar skuldi í dag royna seg á 1.500m teininum. Út frá tilmeldingartíðunum, so var vinnarin á 3.000m í gjár, Zacharias Grassme, favorittur aftur í dag. Hansara tilmeldingartíð var 4.05 min., meðan tað var sera javnt millum seks dreingir við tilmeldingartíðum frá 4.15 min. til 4.20 min. Marnar hevði eins og Rebekka ein dreym um at betra sína bestu tíð á 1.500m, tá hann rann 4.16,74 min. í Malmø. Skuldi tað røkkast, skuldu rundurnar rennast uppá í seinasta lagi 34 sekund í snitt.


Teir eru júst farnir framvið 100m uppá 18 sekund

Marnar rann kanónvæl í gjár á 3.000m og tí var væntandi at tað møguliga fór at sita í beinunum hjá honum í dag, og tí var valt at leggja varliga út. Men tað bleiv lagt alt ov spakuliga út! Fyrstu 100m metrarnir uppá 18 sekund. Næstu 200m uppá 38,5 sekund, men so kom ferð á og ein runda uppá 33,5 sekund, og so aftur spakuligari frá 500m til 700m uppá 36,5 sekund. Men Marnar var framvegis væl við.

Tá teir fóru framvið 900m hevði Zacharias Grassme lagt seg á odda og umfarið bleiv runnið uppá 32,5 sekund og nú byrjaði gjárdagurin at merkjast í beinunum hjá Marnari, sum lá á fjórðaplássi. Sjálvt um Marnar rann næsta umfarið uppá 33 sekund, so vóru hinir tríggir nú so langt frammanfyri og runnu so skjótt, at Marnar misti møguleikan fyri heiðursmerki.

 
Tvey umfør resta her. Hetta bleiv raðfylgjan um heiðursmerkjuni. Marnar er dragnaður aftur á fimtapláss

Nú var tungt hjá Marnari og næstseinasta umfar bleiv runnið uppá 37 sekund, og framvegis á fimtaplássi. Men so mannaði hann seg upp og setti ferð á aftur, yvirhálaði Skive-dreingin sum var frammanfyri, rann seinasta umfar uppá 32 sekund og rakk tað til eitt fjórðapláss við 4.21,34 min. Vinnari gjørdist Zacharias Grassme við 4.14,10 min. frammanfyri Mihn Kyun Cho við 4.15,12 min. og Mikkel Dahl-Jessen við 4.15,46 min.


Marnar var tíðuliga skuffaður eftir hann kom um málstrikuna í dag

So var bert eftir hjá Marnari at renna 4x200m staffet saman við liðfeløgunum úr Vejle IF. Tíðin hjá teimum bleiv 1.40,58 min. og rakk tað til eitt samlað fimtapláss.


Marnar móttekur her "staffetina" og rennur tað hann er mentur á næsta túri

Samanumtikið hevur hetta verið ein sera góður túrur. Tá samlaða heiðursmerkjabýtið bleiv upptalt endaði Vejle IF á 9. plássi við 4 gull, 1 silvur og 2 bronsu, og harav vann Rebekka 2 gull og Marnar 1 bronsu.